Big Brother barnið til Føroya

Føroyska Sissal og sjeikurin Robert, sum løgdu sínar ástir saman fyri opnum skermi í sjónvarpssendingini Big Brother, eru nú vorðin foreldur. Sonurin, ið hevur fingið navnið Kornelius, er fyrsta barnið, ið er gitið í eini reality-sending, og um knappar 14 dagar kemur hann á vitjan í Føroyum saman við mammu síni

Longu áðrenn hann var føddur, var hann kendur, og um knappar 14 dagar kemur fyrsta barnið, sum er gitið í einari reality-sending á vitjan í Føroyum. Sissal ætlar sær nevniliga til Føroya at vísa føroysku familjuni lítla Kornelius. Kornelius varð føddur í juli, og hann hevur enn ikki verið í Føroyum og heilsað upp á sínar røtur.
Í longri tíð hevur Big Brotherparið roynt at hildið seg burtur frá fjølmiðlunum, og tí hevur lítli Kornelius higartil ikki verið at sæð nakrastaðni. 1. oktober kundi BT tó kunngera fyrstu myndina av lukkuligu Big Brother familjuni við føroysku Sissal, danska Robert og lítla Korneliusi.


Lukkulig
Hóast tey fingu eina óvanliga -og kanska ikki serliga romantiska og ævintýrkenda byrjan uppá parlagið, so hava tey prógvað, at tey klára skerini, so hvørt sum tey koma.
Við lítla Korneliusi er kærleikin teirra millum bara vaksin, og hóast nógv mundu ivast, áðrenn barnið varð føtt, so hava ungu foreldrini prógvað, at tey megna uppgávuna til fullnar.
Eftir buldraligu byrjanina inni í Big Brother húsinum, vóru tey uttan iva sera fá, ið roknaðu við, at Sissal, Robert og barnið nakrantíð fóru at enda sum ein lukkulig kjarnufamilja.
Men sambært BT er tað júst tað, tey nú eru.
? Vit eru sera, sera lukkulig, og Kornelius er ógvuliga róligur og deiligur, sigur 21 ára gamla Sissal, sum trívist sera væl í nýggja leiklutinum sum mamma.
Hóast tey bæði Sissal og Robert ikki júst eru kend fyri at vera ábyrgdarfull og búgvin, so hava tey væl og virðiliga gjørt allan óndsinnaðan slatur til skammar, við at prógva, at tey eru vaksin við stóru uppgávuni at gerast foreldur.
Robert, sum er 22 ára gamal, tekur ábyrgdina sum familjumaður í stórum álvara, og hann fer nú í gongd við at gera útbúgvingina sum IT-verkfrøðing lidna, soleiðis, at hann kann taka sær av familjuni. ? Tað er jú dýrt at hava eitt lítið barn, sum hann sigur.
Sissal kann njóta at vera heimagangandi mamma nakað afturat, men eisini hon hugsar um útbúgving. Hon var í læru sum frisør, tá hon fór við í Big Brother sendingina, og nú ivast hon í, hvørt hon skal taka frisørútbúgvingina uppaftur ella hon skal gerast stewardessa, sum hon altíð hevur droymt um.
Um hon hevði fingið arbeiði hjá Atlantic Airways, hevði hon sæð munandi meiri til familju sína her heima, og tað er avgjørt ein lokkandi tanki fyri hana.


Meðan heimurin hugdi
Tað vóru mong, ið fylgdu við í Big Brother sendingini, tá hon fyri einum ári síðani varð send. Summi vóru enntá so áhugað, at tey keyptu sær sonevnda Big Brother kanalina, sum sendi beinleiðis frá Big Brotherhúsinum 24 tímar um døgnið.
Føroyska Sissal Frihsdal setti av álvara dám á sendingina, og hon gjørdi tað kanska serliga spennandi hjá føroyingum at hyggja.
Við øllum tí hon segði og gjørdi, helt hon á at skelka hyggjararnar, og meiningarnar um hana vóru sera nógvar.
Øll tosaðu um Big Brother sendingarnar og serliga skandalirnar sum vóru, tá Sissal m.a. kastaði sær av vatninum á gólvið, rakaði sær í neðra og annað frammanfyri opnum skermi. Hetta varð viðgjørt bæði í donskum og føroyskum fjølmiðlum.
Størsti skelkurin kom tó, tá Sissal byrjaði at fjasast við Robert, og tá tey bæði, hin 10. oktober í fjør, endaðu undir somu dýnu, meðan allur heimurin kundi fylgja við í teirra ástarleiki.
Hetta fekk eisini vanliga føroyingin at taka penn í hond, og fleiri lesarabrøv vóru í føroysku bløðunum um hetta mundi, ið viðgjørdu Sissal og Big Brother húsið. Summi vóru dømandi, og søgdu, at hon var eitt ræðuligt umboð fyri føroysku tjóðina, meðan onnur skýrdu Sissal at vera eitt frískt ískoyti, til ein annars gráan gerandisdag.
Sissal sjálv hevur ongantíð latið seg ávirkað av øllum tosinum um hana, men hevur staðið við sítt og sína persónligheit.
Hóast fá høvdu roknað við tí, so hildu Robert og Sissal tó saman, eisini eftir at sendingin var liðug, og brátt varð kunngjørt, at famøsi ástarleikurin hevði givið úrslit, tí Sissal varð vorðin við barn.
Síðani tað hava Robert og Sissal fleiri ferðir verið í Føroyum á vitjan, og eisini hava tey arbeitt í barrunum í náttklubbunum í Havn.
Síðani lítli Kornelius varð føddur, 17. juli í ár, hava tey tó ikki verið heima á klettunum aftur. Um knappar 14 dagar fær føroyska familjan tó høvi at síggja lítla eygnasteinin, tá Sissal kemur heim til Føroya við Korneliusi, sum allarhelst ikki fer at vera einabarn serliga leingi. Sissal og Robert siga seg nevniliga fegin vilja hava nógv fleiri børn saman í framtíðini.
So nakað av einum ævintýrið varð tað, hóast alt...