Bill eigur pengar úr yvir 300 londum

William McLeod, sum býr í Klaksvík, hevur samlað upp á pengar síðani einaferð í 1967, so tá ið hann fær ein pengaseðla í hondina, so er tað ikki bert ein pengaseðil. Hann sigur, at hann byrjaði, tá hann á sínum ungu døgum fór út at sigla og harvið fekk møguleika at vitja mong ymisk lond

Klaksvík:
Tað fyrsta Bill sigur, tá Sosialurin kemur á gátt er: " Nevn mær eitt land, sum eg ikki eigi pening frá!"
Og tá eg so nevni okkurt land, so hálar hann eina av teimum mongu mappunum, sum hann hevur, fram og finnur eftir lítlari løtu pengar úr hesum landi.
Inni í hansara ítrivsrúmi, sum er fult av mappum við pengum úr londum bæði nær og fjar, eru eisini mappur við frímerkjum, sum hann hevur savnað yvir eitt langt áramál. Men í dag samlar hann ikki longur upp á frímerkir.
Uppi undir loftinum í ítrivsrúminum hanga eisini eitt ótal av pennum og lyklaringum, so tá ein traðkar inn í eitt tílíkt rúm, so er onki at ivast í, at her húsast ein samlari.
Hann hevur eitt ótal av mappum standandi á hillunum bæði við pengaseðlum og myntum. Og óansæð hvar tú hyggur inni í hesum tronga rúminum, so eru mappur ella bøkur, har eitt ella annað við pengum ella frímerkjum stendur á. Har eru pengar frá alskyns londum. Og Bill gevur sær góðar stundir at vísa pengarnar fram, meðan hann greiðir frá.
Hann vísir eina mappu, har tað stendur Zaire á, og greiðir frá, at hann eigur pengar frá landinum bæði áðrenn og aftan á, at tað skifti navn til Kongo. Hann leggur í sama andadrátti aftur at, at tað er sera torført at fylgja við, tí lond kring heimin skifta nøvn, sum vit onnur skifta hosur.
Millum annað eigur hann pengaseðlar frá Kongo við mynd av forsetanum, sum ongantíð náddi at gerast forseti, tí hann varð myrdur áðrenn.
So tekur hann eina aðra mappu av hillunum. Á henni stendur Russland. Í henni standa pengaseðlar frá tíðini áðrenn USSR fall og inntil í dag. Og tað er sera áhugavert at síggja virði á pengunum. Tann størsti pengaseðilin ljóðar upp á 50.000.000.000 og Bill hyggur upp við smílinum heilt uppi í eygunum, meðan hann greiðir frá, hvussu nógv tað kostar at skaffa sær hesar seðlarnar.
Hann er limur í einum altjóða klubbi fyri pengasamlarar og í gjøgnum tann klubbin, hevur tað eydnast honum at fáa pengaseðlar úr mongum ymiskum londum. Har ígjøgnum fær hann eisini nógvar ymiskar príslistar upp á pengar og verður eisini allatíðina dagførdur, so hvørt sum nýggir pengaseðlar koma út alla staðni kring knøttin.
Í hesum ítrivsrúminum standa eisini bøkur um pengar. Í hesum bókum, sum eru eitt slag av leksikon yvir pengar, standa myndir av alskyns pengum. Har kann Bill so leita eftir ymiskum pengum, sum tað enn ikki hevur eydnast honum at fáa fatur á. Hann roynir at skaffa sær eitt sett úr hvørjum landi. Og at síggja til hjá einum, sum ikki hevur so nógv skil fyri hesum ítrivi, so sær ikki út til, at honum manglar nógv. Men sjálvur sigur hann, at tað kemur okkurt nýtt allatíðina, so tað ræður um at fylgja við.

Føroyskir pengar
Bill eigur ikki so nógvar føroyskar pengar, men tó ikki onki. Hann heldur, at hann byrjaði ov seint at samla upp á føroyskar pengar.
Hann eigur tó teir gomlu fimmkrónuseðlarnar og tíggjukrónuseðlarnar, bæði teir reyðu og grønu. Og so eigur hann ein túsundkrónuseðil, sum Marita Petersen, sála, fyrrverandi løgmaður hevur skrivað undir. Eisini eigur hann nógvar gamlar, danskar myntir.
Í somu mappu, sum allar tær donsku myntirnar eru í, eru eisini nakrar aðrar danskar myntir, sum føroyingar lótu gera undir krígnum. Á øllum teimum myntunum stendur árstalið 1941.
Í lummanum undir hesum myntunum eru nakrir Kjølbro´s pengar. Tað vóru pengar, sum Kjølbro lat gera í sínari tíð, og sum ein bert kundi keypa frá honum við.
Og Bill eigur enntá ein føroyskan 50 krónuseðil, sum er vrakaður, tí tað er feilur í prentingini. Bill vil ikki avdúka, hvaðani hann hevur fingið henda sjálvsama pengaseðil, men hann goymir hann sum reyðargull saman við øllum hinum pengaseðlunum.

Byrjaði í 60-unum
- Eg byrjaði so smátt at samla upp á pengar, tá eg fór at sigla, sigur hann.
Bill er føddur í Skotlandi, men kom fyrstu ferð til Føroyar við einum trolara, sum fjúrtan ára gamal. Tað var í 1946.
- Vit komu regluliga inn á Klaksvík, so rættiliga skjótt kom ein at kenna mong fólk her. Og so møtti eg Albertu og vit giftust í apríl í 1956. Og tá eg so fór út at sigla langvegis, byrjaði eg so av álvara at fáa áhuga fyri at samla, greiðir Bill frá.
Hann var fleiri ferðir bæði í Grønlandi og Íslandi og fiskaði, og tá hann so kom heim aftur, goymdi hann pengar frá londunum báðum. Og soleiðis byrjaði tað heila.
Hann fór so at sigla við Polarfarinum og áhugin fyri útlendskum pengum bara vaks og vaks.
At byrja við samlaði hann tó bert upp á myntir, men í dag er hann givin við tí, og samlar bert upp á seðlar.
Hann greiðir frá, at tað eru fleiri flokkar av pengum, júst sum við so mongum øðrum. Tað vil siga, at teir reinu og sløttu seðlarnir, sum ongin so at siga hevur nomið við, teir eru fyrsta floks, meðan seðlarnir so verða flokkaðir niður eftir alt eftir góðskuni á teimum.
- At samla pengar er eitt sera kostnaðarmikið ítriv, sigur Bill.
Hann greiðir frá, at serliga myntirnir kunnu vera sera dýrir. Tann dýrasta myntin, sum hann vísir mær á í eini bók, er frá einaferð í 19. øld og kostar upp móti 50.000 krónum fyri eina. Hon er eisini úr gulli. Eina tílíka mynt eigur Bill tó ikki, men hann eigur kortini eisini gullstykkir.
- Tá tað verður ov dýrt, so leiti eg eftir tí bíligasta, sum eg kann finna, sigur hann og smílist.


Onga teldu
Fyri at kunna halda skil á eini slíkari ørgrynnu av pengum, so má tað vera skipað. Men Bill hevur onga teldu, men har aftur ímóti hevur hann eitt ringbind, har hann hevur skrivað hvønn tann einasta pengaseðil niður, sum hann eigur. Tað vil siga, at hann hevur skrivað úr hvørjum landi seðilin er úr og seriunummarið niður. Ringbindið stendur at bresta við ørkunum við hesum týdningarmiklu upplýsningunum í.
- So um nakar stjelur frá mær, so síggi eg beinanvegin, hvat tað er fyri ein seðil mær manglar. Og av tí, at eg havi seriunummarið, so kann hann skrásetast. Og so er bara hjá tjóvinum at nýta pengaseðilin ella at royna at sleppa sær av við hann, sigur Bill flennandi.
- Eg hugsaði eina ferð um at fáa mær eina teldu, men eg veit ikki...tað er ongantíð blivið til nakað, og nú eri eg so gamal, at nú verður tað helst ikki til nakað, sigur Bill.
Bill plagdi at samla upp á frímerkir fyrr eisini, men tað er hann givin við.
- Tíðin er farin frá brævskrivaðríið, heldur hann.
Men beint áðrenn eg takki fyri meg, vísir hann mær tvey sjálvsom frímerkir á einum brævbjálva úr USA.
Annað frímerki er av Marilyn Monroe og hitt av Elvis Presley.
So ikki kann annað sigast um henda samlara á Bøgøtu í Klaksvík enn, at hann eigur mangt og hvat spennandi og sera áhugavert inni í ítrivsrúminum hjá sær. Kona hansara, Alberta, sigur, at hann trívist eisini sera væl inni har, og at tað bert er áhugin hjá honum fyri at eiga útlendskar pengar, sum drívur verkið.