Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin, heldur at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, ger mismun millum kommunurnar í landinum.
Hann hevur sent henni ein §52-a fyrispurning, um hví landsstýriskvinnan hevur sett pengar á fíggjarlógini av til at byggja eitt heilsuhús í Klaksvík, tá tað aðrastaðni í landinum eru kommunurnar sjálvar, sum mugu byggja og fíggja heilsuhúsini.
Bill Justinussen sigur í viðmerkingunum, at hetta reisini fleiri spurningar um ábyrgdarbýtið millum land og kommunur.
- Higartil hava kommunurnar fult og heilt havt ábyrgdina at útvega hølir og rakstartól til primeru heilsutænastuna. Kommunurnar hava bygt og goldið kommunulæknahølir. Og síðani ætlanin við heilsumiðstøðum fór av barkastokki, hava kommunurnar útbygt og nútímansgjørt hølir fyri at hýsa víðkaðum tilboðum til heilsutænastur.
Tì spyr hann, um ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni bera boð um ein nýggjan politikk, har landið nú skal yvirtaka ábyrgdina av heilsuhúsunum.
Hann heldur tó, at um so er, so eiga allar kommunur at javnstillast og tí spyr hann, um landsstýriskvinnan ætlar at biðja Løgtingið um pening at keypa kommunalu heilsumiðstøðirnar, sum longu eru.
- Tað ber snøkt sagt ikki til at gera mun á landsins borgarum, sum gjørt verður í uppskotinum. Meðan skattaborgarin í Runavíkar kommunu, Nes kommunu, Sjóvar kommunu, Eysturkommunu, Fuglafjarðar kommunu, Vága kommunu, Tórshavnar kommunu, Sunda kommunu og fleiri við skal gjalda hølini til heilsumiðdeplarnar, sleppa skattaborgarar í Klaksvík undan at gjalda sín heilsumiðdepil umvegis kommunuskattin, skrivar løgtingslimurin, og viðmerkir, at í roynd og veru skulu hesir borgararnir nú eisini rinda fyri heilsuhúsið í Klaksvík, umvegis landsskattin.
Bill Justinussen spyr tí eisini, um hendan fíggingin er partur av tí avtalu, sum samgongan hevur gjørt við Sjálvstýri fyri at tryggjað sær stuðul í ávísum løgtingsmálum.
Soleiðis ljóða spurningarnir til landsstýriskvinnuna:
1. Hví ætlar landsstýriskvinnan at byggja eina heilsumiðstøð í Klaksvík fyri pengar á landsins fíggjarlóg, tá tað í øðrum pørtum av landinum eru kommunurnar, sum byggja og gjalda heilsumiðstøðir?
2. Biðið verður um yvirlit yvir verandi heilsumiðstøðir, hvat tær hava kostað at byggja/útvega, og hvør hevur bygt/útvegað tær.
3. Ætlar landsstýriskvinnan at gera mun á kommunum soleiðis at skilja, at nakrar heilsumiðstøðir eru kommunal ábyrgdarøki, meðan aðrar eru ábyrgdarøki hjá landinum?
4. Liggur uppgávan at gera heilsumiðstøðir undir kommunala geiranum ella undir landsalmenna geiranum?
5. Ætlar landsstýriskvinnan at biðja Løgtingið um pening at keypa kommunalu heilsumiðstøðirnar frá kommununum fyri at javnseta allar kommunur í landinum?
6. Eru aðrar avtalur í gerð um bygging/útbygging av heilsumiðstøðum, sum ikki eru fevndar av umtalaða leisti, men har kommuna/kommunur sjálvar skulu gjalda byggingina/útbyggingina?
7. Er heilsumiðstøðin, sum landið nú skal byggja í Klaksvík, partur av eini politiskari avtalu millum Sjálvstýri og samgonguna?