Tað var aftur nógvur vindur og regn síðstu nátt, men løgreglan hevur ongar fráboðanir fingið um stórvegis skaðar, hvørki á hús, bygningar ella akfør.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur tó, at síðstu nátt høvdu tey samband við ein bileigara, sum ikki var heilt greiður yvir, um nakað var hent, tá bilur hansara hevði borið við kampingvognin hjá grannanum.
- Talan var um grannar, har annar hevði bil og hin hevði kampingvogn standandi í túninum.
Vakthavandi sigur, at eingin sjónligur skaði var komin á akførini, men við tað, at tað var myrkt og regn, vildi viðkomandi, sum setti seg í samband við løgregluna, bara tryggja sær at hava boðað frá hendingini, um hetta kanska kortini skuldi gerast ein tryggingarspurningur.
- Vit vita ikki rættiliga, hví bilurin, sum stóð í túninum, hevði borið við kampingvognin - um hetta var av vindi, ella um talan kanska var um, at hondbremsan ikki var uppi, sigur løgreglan.