Bilur stolin á Giljanesi

Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, ið hava sæð ein reyðan Toyota Corolla

Løgreglan eftirlýsir nú ein reyðan Toyota, sum er stolin á Giljanesi. Talan er um ein Toyota Corolla við nummarplátuni GH387. Bilurin var síðst sæddur tann 14. oktober 19, men bleiv fráboðaður stolin í gjár.

- Boða politinum frá á telefon 114, um tú veitst eitthvørt um bilin, skrivar løgreglan í fráboðan í kvøld.