Í nátt varð ein bilur stolin í vesturbýnum í Havn. Hetta var klokkan tvey í nátt, at fólk, sum vóru uppi, sóu at ein maður gekk frá bili gil bil og tók í hurðararnar, og tá ið hann kom til ein bil, sum var opin, setti hann seg inn í hann og fór av stað við honum.
Men tey, sum sóu hendingina, fingu nummarplátuna á bilinum, umframt at tey fingu givið løgregluni eina neyva lýsing av manninum, sum var farin av stað við honum. Tey sóu eisini, hvønn veg hann koyrdi.
Løgreglan fann ikki bilin aftur, men tveir tímar seinni ringdu fólk til løgregluna at boða frá, at ein maður hevði sett ein bil frá sær, og var farin inn í eina íbúð. Tey fingu illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt, tí hann hevði rent á .
Tá ið løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at talan var um bilin, sum var stolin, og at hann hevði fingið nakað av skaða. Maðurin varð sostatt handtikin, men hann varð ávirkaður av rúsdrekka, so hann er ikki avhoyrdur enn.
Løgreglan hevur heldur ikki tosað við eigaran enn, so tey vita ikki, um lyklarnir lógu í bilinum, ella um nakað samband kann vera ímillum eigaran og tjóvin.
Í nátt tók løgreglan eisini ein annan bilførara í Havn fyri at koyra við kenning. Løgreglan koyrdi runt í býnum, tá ið tey varnaðist ein bil, sum koyrdi óstøðugt eftir vegnum, og í einum svingi mundi hann rent á ein garð.
Bilurin varð steðgaður, og tað vísti seg, at førarin var drukkin, so nú er blóðroynd tikin av honum.