Bilurin funnin eftir tíggju minuttum

”BigBrother”



Á nýggjárinum varð ein sethúsaeigari í Keypmannahavn, sum var í Norra og ferðaðist, uppringdur av einum granna, sum hevði lagt til merkis at ein hurð stóð opin í heimi hansara. 
Maðurin kontaktaði beinanvegin løglegluna, sum kom á staðið og kundu staðfesta at tað ikki einans var talan um innbrot, men tjóvarnir eisini høvdu stolið bilin, ein Range Rover til virði av 800.000 krónum.
Tá eigarin greiddi løgregluni frá, at bilurin hevði navigatiónsskipan við innbygdari leitiskipan, vendi løgreglan sær til ”ETS Vagtcentralen”, sum beinanvegin settu eina leiting í verk.
Tíggju minuttir seinni varð bilurin funnin. ”ETS Vagtcentralen” kundu siga akkurát hvar bilurin var staddur í miðbýnum í Keypmannahavn. Løtu seinni kom løgreglan á staðið og funnu bilin fullum av tjóvagóðsi og handtóku tjóvarnar, sigur Hardy Vad frá ”ETS Distribution Scandinavia A/S”, sum standa aftanfyri hesar ”BigBrother” leitiskipanirnar.