Bilurin hjá Hilmari Kass knústur í túninum

- Eg vaknaði um 05.30-tíðina henda morgunin, men fór í song aftur. Tá eg vaknaði aftur um 07.15-tíðina, sá eg sterk ljós niðri á trøðni niðan fyri húsini hjá okkum, sigur 88 ára gamli, Hilmar Kass.

- Eg vaknaði um 05.30-tíðina henda morgunin, men fór í song aftur. Tá eg vaknaði aftur um 07.15-tíðina, sá eg sterk ljós niðri á trøðni niðan fyri húsini hjá okkum, sigur 88 ára gamli, Hilmar Kass.

 

Tá hjúnini, Lydia og Hilmar Kass, sum búgva við Eystara Ringveg 9 í Havn, komu upp gjáramorgunin, stóð Ford Focus-bilurin hjá Hilmari í knúsi á vegnum oman til húsini eystan fyri parkeringsplássið.

 

Á vegnum eystan fyri húsini stóð eisini ein annar bilur, sum hevði rent á bilin hjá teimum. Bilurin, sum hevði koyrt á, hevði í ferðini eisini tikið ein lyktapela, ein stabbastein og eitt pettið av garðinum við sær. Lyktapelin var kvettur av og var endaður í inni í garðinum og fleiri metrar eystan fyri, har hann hevði staðið.

 

Hvørki Lydia ella Hilmar Kass høvdu hoyrt nakað til tilburðin, sum løgreglan metir var farin fram um 07-tíðina gjáramorgunin. Tey sova í øvutum enda av húsunum og soleiðis longst frá eystara enda, sum vendir niðan móti parperingsplássinum.

 

- Eg vaknaði um 05.30-tíðina henda morgunin, men fór í song aftur. Tá eg vaknaði aftur um 07.15-tíðina, sá eg sterk ljós niðri á trøðni niðan fyri húsini hjá okkum.

 

Tað sigur Hilmar Kass, sum tá púrasta visti av ongum.

 

- Eg skilti, at tað var løgreglan, sum leitaði eftir onkrum. Tá eg hugdi út, sá eg, at mín bilur ikki stóð á parkeringsplássinum, har hann hevði staðið, men varð slongdur eystur av plássinum. Umleið hálvan tíma eftir, at eg hevði sæð ljósini, kom eg á tal við løgregluna, sum fortaldi, hvat var hent.

 

Hilmar Kass sigur, at bilurin, sum hevði koyrt á, sambært løgregluni varð stjolin á Skálatrøð, har hann hevði staðið parkeraður.

 

Lydia og Hilmar Kass, sum eru ávikavist 84 og 88 ár, hava hvør sín bil. Hilmar Kass hevur seyð, bæði á trøðni, har húsini standa og í Havnardali, og hann hevur tí havt ein stationbil, sum hann hevur brúkt til flutning av hoyggi, fóðuri og øðrum.

 

- Bilurin hevði júst verið til sýn og hevði ongan kross fingið. Eg trúgvi ikki, at bilurin verður afturgjørdur, og tí noyðist eg at finna mær eina annan stationbil, sum eg havi brúk fyri í samband við seyðahaldið, sigur Hilmar Kass.

 

Stjolni bilurin, sum hevði koyrt í bilin hjá fyrrverandi løgtingsmanninum og sjómansskúlalæraranum gjøgnum mong ár, var komin koyrandi oman eftir brekkuni og varð endaður í skeivari síðu, tá hann hevði tikið bilin hjá Hilmari Kass, lyktapela og stabbasteinin við sær í ferðini.

 

At síggja til, eru báðir bilarnir farnir rættiliga illa.