Sandoyar kunningarstova hevur í ár skipa fyri at bøtur eru bundnar til seyðin á Sandoynni. Á facebooksíðu teirra kallar kunningarstovan tær prýðiligu bøturnar fyri vøkur fyribyrging.
Kvinnurnar aftanfyri bøturnar eru tær somu kvinnurnar, sum í fjør bundu á ein stóran stein. Steinurin stendur á Sandi, er 4 metur høgur, og hevur eitt ummál á 18metur.
- Av tí at hetta tiltakið við steininum eydnaðist so væl í fjør, so vildu vit gera enn eitt tiltak í ár, og tá var tað at Súsanna í Jákupsstovu kom við at binda bøtur til seyðirnar, sigur Hanna á Reynatúgvu, leiðari á Sandoyar kunningarstovu.
Súsanna hevði leingi ynkst at síggja onkrar litfagrar og føroyskar bøtur, ístaðin fyri vanligu plastikposarnar, og tað hildu bindikonurnar verða eitt frálíkt hugskot.
Kvinnurnar aftanfyri steinin vóru síðani í gongd við hetta saman við dagtilhaldinum Hugnin. Tær avtalaðu eina felags stødd, og tá ið alt kom til alt, vóru tað 70 bøtur, ið vóru bundnar til høvi.
Hesar bøturnar vóru tí latnar runt til teir ymsu hagarnar á Sandoynni, og koyrdar á seyð, ið vóru tætt við vegirnar í bygdunum, so at bøturnar sóust av fólkinum í bygdunum.
- Tað verður bara seyma fyri hjá teimum, ið ikki skulu hava lomb, so tey skulu ikki hava so nógvar, sigur Hanna.
Hanna sigur, at tiltakið við bótunum var bert gjørt til stuttleika, men hóast tað var hildið at hetta var eitt gott høvi at prýða um, og at vísa føroyskt mynstur og føroyskt tógv fram.
- Man kann siga at hetta eisini er eitt slag av afturbering til seyðin, sigur Hanna skemtandi at enda.