BioMar byggir nútímans fóðurverksmiðju í Íslandi

- Vit hava havt eitt áralangt samband við BioMar, og eg haldi, at undirskrivaða avtalan millum partarnar er perfekt, sigur samtaksstjórin í íslendska felagnum, Sildarvinnslan.

 

 

 

 

 

Danska felagið BioMar Group, sum er framleiðari av fiskafóðri, hevur verksmiðir í fleiri ymiskum londum, eitt nú í Danmark, Noregi, Skotlandi, Fraklandi, Spania, Grikkalandi, Costa Rica, Turkalandi, Chili og Kina.

 

Wikipedia veit at siga, at BioMar selur fóður til umleið 80 lond, og her er talan um fóður til 45 ymisk fiskasløg.

 

Nú hevur BioMar so eisini undirskrivað avtalu við íslendsku Síldarvinnslan um at byggja eina nútímans fóðurverksmiðju í Íslandi, og framleiðarin sigur, at felagið verður einasti globali fóðurframleiðari á íslendska marknaðinum.

 

##med2##

 

- Samstarvið við Sildarvinnslan gevur góðar møguleikar til vøkstur á íslendska marknaðinum, sigur samtaksstjórin í BioMar Group, Carlos Diaz í tíðindaskrivi.

 

Umsitingarstjórin í Síldarvinnslan, Gunnþór Ingvason, sigur, at felagið hevur havt eitt áralangt samband við BioMar, og hann heldur, at undirskrivaða avtalan millum partarnar er perfekt, sum hann tekur til.