Bjørt Samuelsen og Johan Dahl skaða Atlantsflog illa

Handilin við partabrøvum í Atlantsflogi er fullkomiliga steðgaður, tí politikarar brúkt felagið til kastibløku. Við hetta lag kann samgongan gott spara sær at einskilja fleiri almennar fyritøkur, tí torir at keypa partabrøv, sigur Eyðfinn Jacobsen, sum nú rættiliga loysir frá posabandinum, samstundis sum hann sigur seg frá sum næstformaður í nevndini í

- Eg tími ikki meiri, tí nú kann tað vera nokk.

Eyðfinn Jacobsen hevur verið formaður og nevndarlimur í Atlantsflogi í eini 20 ár og hesi seinastu árini hevur hann verið næstformaður.

Men nú hevur hann gjørt av at siga seg frá sum næstformaður.

Og samstundis loysir hann frá posabandinum og greiðir frá, hvussu politikararnir eftir hansara tykki, hava dripið felagið.

Hann vísir á, at tað ganga vikur ímillum at nakar tímir at handla við partabrøvum í Atlantsflogi.

Higartil til í ár eru partabrøv í føroyska flogfelagnum bara handlað fýra ferðir.

Hann sigur, at hetta er heit óvanliga lítið, tí her er jú talan um fólk, sum eiga milliónir, leggur hann afturat.

Talan er heldur ikki um tær stóru nøgdirnar, sum eru handlaðar.


Landsstýrisfólk skatt felagið

Eyðfinn Jacobsen ivast ikki í, at vit kunnu takka politikarunum fyri hesa vánaligu gongdina.

- Hetta seinasta árið hava vit verið vitni til, at felagið mest av øllum er vorðið til eina politiska kastibløku, har persónlig áhugamál hjá ymsum politikarum hava vigað meira enn atlitið til felagið og teir íleggjarar.

Hann heldur, at hendan uppíleggingin hevur ikki verið av umsorgan fyri felagnum, men einans tí at politikararnir hava viljað ført seg sjálvar fram.

Hann sigur, at bara tíðin fer at vísa, hvussu stóran skaða, hendan politiska uppíleggingin hevur skatt felagið.

Men eftir hansara bestu sannføring, er skaðin rættiliga stórur.

Hann vísir eisini á, at privatu íleggjararnir hava lagt einar 100 milliónir krónur eftir sær í landskassan í sambandi við at ein triðingur av Atlantsflogi varð einskildur og skrásettur á almennum partabrævakeypsskálum.

- Ein slík skráseting setir treytaleyst krav um, at eingin politisk uppíblanding skal fara fram og í londunum kring okkum eru eisini greiðar leiðreglur hjá politiska myndugleikanum at fyrihalda seg til, sigur Eyðfinn Jacobsen.

Hann sigur, at politikarar eiga ikki felagið longur. Teir hava selt ein triðing og hava skrásett tað á partabrævamarknaðinum.

- Og har eru heilt greiðar spælireglar og tí skulu politikararnir halda fingrarnar vekk. Ein treyt er, at allir partaeigarar eru javntsettir og at púra ongi viðurskifti um felagið skulu út, uttan ígjøgnum partabrævamarknaðin.


Heilt óhoyrt

Eyðfinn Jacobsen sigur, at í Føroyum er akkurát tað øvugta hent og tað hevur verið ógvuliga oyðileggjandi fyri bæði Atlantsflog og privatu íleggjararnar.

- Vit hava havt eina landsstýriskvinnu í vinnumálum, sum alment og ógrundað, hevur sett spurnartekin við trygdina hjá felagnum.

- Hendan sama landsstýriskvinnan legði seg eisini út í handilsligar avgerðir hjá nevndini.

Her sipar hann til nógv umrødda partabrævakeypið, har nevndin gjørdi av at keypa partabrøv aftur frá leiðsluni í Atlantsflogi.

- Vit hava eisini havt ein tingmann, sum seinni gjørdist landsstýrismaður og sum enntá hevur tosað um at steðga einskiljingartilgongdini.

- Hesin sami landsstýrismaður hevur nú beinleiðis lagt seg út í nevndarvalið í felagnum.

Hann heldur eisini, at tað er merkisvert, at landsstýrið, í sølutilfarinum, hevur tilskilað sær rætt at velja ein nevndarlim eftir at seinna søluumfar er framt.

- Tað er altso hent eftir at landið situr eftir við 34% av partapeninginum. Ein rættur, sum landsstýrið í dag hevur tikið frá privatu íleggjarunum, sum í dag eiga 33% av partapeninginum.

Eyðfinn Jacobsen staðfestir, at tað er heilt óhoyrt, at ein politiskur myndugleiki leggur seg út í nevndarsamansetingina í einum felag, sum hevur gingið so væl, sum Atlantsflog.

- Undir øllum umstøðum skal politiski myndugleikin undir øllum umstøðum hava eina sakliga grundgeving og tað hevur landsstýrið ikki.

Grundgevingin er tann, at tað almenna skal hava ávirkan í nevndini, sum avspegla eigaraskaran?

- Tað hevur landsstýrið við tað, at tað velur tveir av trimum nevndarlimum, sum verða valdir á aðalfundinum og tað er akkurát 66%.

So eru tveir nevndarlimir afturat, sum starvsfólkið velur, men tað eru heilt aðrar reglar fyri teir.

- Tað, sum landsstýrið nú vil, er at hækka talið av nevndarlimum, sum skulu veljast á aðalfundi, upp í fýra - landsstýrið skal sjálvt velja allar fýra.

- Fyrrverandi næstformaðurin í Atlantsflogi sigur, at hetta er nakað sum er greitt brot á tað sum varð avtalað í sambandi við einskiljingina og tað er eisini í andsøgn við mannagongdina í Danmark.


Hótta inntøkurnar

Eyðfinn Jacobsen sigur, at politiski myndugleikin hevur somuleiðis, eftir at fyrsta stig av einskiljingini gjøgnumført, lagt Vága Floghavn í eitt alment partafelag og sostatt tikið ein part av inntøkuskapandi virkseminum hjá felagnum burtur.

- Og í øðrum lagi hevur politiski myndugleikin hótt við at taka høvuðsgrundarlagið undan tollfríu søluni burtur, eftir at Atlantsflog hevði vunnið rættin at hava tollfríu søluna á landi.

Hann leggur afturat, at politiski myndugleikin hevur heldur ikki hildið lyftið, sum er skjalfest í sølutilfarinum, um, at næsta stig var at einskilja upp til 66% av felagnum.


Gloyma alt um einskiljingar

Hann sigur, at soleiðis, sum politikararnir hava borið seg at ímóti Atlantsflogi, kunnu teir akkurát tað sama spara sær at fremja fleiri einskiljingar.

- Tað er rætt og slætt ongin, sum tímir at keypa partabrøv, soleiðis sum politikarar ganga og blanda seg upp í hjá Atlantsflogi, sigur Eyðfinn Jacobsen.

- Tí er tað alneyðugt, at politiski myndugleikin ger sær greitt, at tað er neyðugt at gera púra greiðar spælireglur fyri føroyskar politikarar, tá ið almenn feløg verða einskild og skrásett á virðisbrævamarknaði, so teir fullkomiliga halda fingrarnar burtur, leggur hann afturat.