Eftir stórar fíggjarligar trupulleikar í fleiri ár er tað farið at ganga tann rætta vegin hjá svensku bløðunum.
Dagens Nyheter, sum er flaggskipið hjá forlagnum Bonniers, hevur havt stóra framgongd. Í januar ársfjórðingi í fjør hevði blaðið 39 milliónir krónur í halli, men í sama ársfjórðingi í ár var úrslitið 31 milliónir krónur í avlopi. Sambært leiðsluni kemst hetta lutvíst av sparingum, men eisini øktari blaðsølu. Harafturat eru inntøkurnar frá lýsingum eisini øktar.
Eitt annað kenst svenskt blað, Expressen, hevur eisini havt stóra framgongd. Fyrsta ársfjórðing í fjør hevði blaðið heilar 81 milliónir krónur í halli. Úrslitið fyrsta ársfjórðing í ár var eisini skeivu megin, men nú var hallið bert 700.000 krónur.