Vestmanna
Fyrsta treytin fyri, at ein bátastevna skal eydnast, er, at veðurgudarnir eru líkinda blíðir. Í fjør, tá bátastevna varð hildin í Vestmanna, var so avbera gott veður. Sólin skein bæði oman og niðan – frá morgni til kvølds, og ikki ein regndropi kom av himli alla náttina.
Men tá høvdu vestmenningar eisini verið óhepnir við veðrinum eini trý fylgjandi ár frammanundan.
Leygardagin varð árliga bátastevnan aftur hildin í Vestmanna, og heldur ikki hesaferð kunnu fólk kæra seg um veðrið.
Bárður Nielsen, sum er í bátastevnunevndini hjá VÍF, sigur, at veðrið var gott leygardagin.
- Tað var eitt lotið tað mesta av degnum, men niðri í Vestmanna kom hitin, tá hann var mestur, upp ímóti 20 stigum. Í løtun skein sólin, og tí kunnu vit á ongan hátt kæra okkum um veðrið hendan dagin.
Eydnaðist væl
Bárður sigur, at stevnan eydnaðist sera væl, og fyrireikararnir eru væl nøgdir við stóru undirtøkuna, bæði við nógvum bátum og gestum annars.
- Saman við bátum úr Vestmanna, sum loystu til at sigla saman við stóra bátafylginum inn á Vestmanna, var samlaða bátatalið omanfyri 200. Tá so kvøldið kom, lógu einir 120-130 bátar bundnir við brúgvarnar.
Hann sigur, at bátatalið í ár og í góðveðrinum í fjør var á leið tað sama, og hesi bæði árini eru tey størstu í so máta.
- Eftir at bátarnir vóru komnir til bryggju, borðreiddu vit við feskari suppu í stóra tjaldinum. Eini 1500 fólk fingu suppu, og samlaða litratalið var umleið 600.
Bárður sigur, at umframt teir stívliga 200 bátarnar, sum vóru við í siglingini inn á Vestmanna, komu einir 50 húsvognar og fleiri motorsúklur til bygdar.
Stórdansur
Størsta einstaka tiltakið í Vestmanna undantikið sjálva bátasiglingina, var dansurin í ítróttarhøllini, har vestmannabólkarnir, Thunderbirds og Vestmenn, spældu.
- Her vóru nógv fólk, bæði inni og úti. Høllin hevur loyvi at hava 800 fólk inni í senn, og við góðum vaktum royndu vit at skipa so fyri, at tað ikki gjørdist ov trongt inn í høllini.
Bárður sigur, at hetta eydnaðist væl.
- Tá høllin fyltist, royndu vit at skipa so fyri, at fólk í stórum tali ikki komu inn uttan so, at nøkur eisini fóru út, og eg haldi, at hetta gekk væl.
Aftur næsta ár
Hann sigur, at nógv fólk var í Vestmanna leygarkvøldið og sunnunáttina.
- Umframt øll tey mongu, sum koma í báti, húsvognum og motorsúklum, koma nógv í bili.
Bárður Nielsen sigur, at eingi óhapp hendu við bátabrúgvarnar, sum tey vita um, og tað eru fyrireikararnir sera fegnir um.
- Jú, vit halda, at bátastevnan eydnaðist sera væl, og vit fara hugagóðir undir átakið, sum verður hitt níggjunda í røðini, aftur komandi ár, sigur hann.
Vestmenningar hava longu gjørt av, at bátastevnan næsta ár verður 22. mai.