Nógv fólk nýttu høvið at hoyra Hanus G. Johansen, sum fór á lítla pallin á Summarfestivalinum. Hanus eigur evnini at raka beint, tá hann ger løg, og føroyingar hava tí tikið hann til sín.
Hanus hevur spælt seg so beint inn í føroysku fólkasálina. Og nógvar føroyskar sálir savnaðsut eisini kring lítla tjaldið við stóra troubadourinum.
Og hann kvittaði við teimum mongu sangblómunum, ið hann hevur á síni skrá, og tí gjørdist hetta ein góð løta, har vit aftur sluppu at hoyra Hanus, sum annars ikki hevur verið nógv frammi í eina tíð.
Eyðun og Terji
Eyðun og Terji áttu tørn á pallinum í tjaldinum. Har var eisini sera nógv fólk komið saman at hoyra hesar báðar, sum bæði saman og hvør í sínum lag hava skrivað so nógvar sangir, sum eru vorðnir fólkaogn.
Og teir báðir eru millum royndastu og virknastu tónleikararnar og skuffaðu heldur ikki á Summar Festivalinum