Blátt er tað kosmiska, djúpa og gátuføra. Tað ímyndar himmalin, ið aldri endar og ivan um, hvussu djúpt havið er undir tær. Tað bláa er eisini tunglyndi og sorgblídni, og okkum dámar tað døkka - vit føroyingar eru í mol. Einum parti av okkum dámar regn og toku, tí soleiðis er náttúran, sum vit eru vaksin upp við. Føroyingum dáma blátt, sigur Tróndur Patursson - og hava teir hug, ja so kunnu teir sveima í endaleysum bláum í hválvinum, sum hann nú hevur bygt úr glasi.
"Kosmiska rúmið" er ein framhaldandi menning av hugskotinum hjá Trónda Paturssyni at skapa eina uppliving av djúpari rúmd. Íblásturin kom einamest av 104 døgum á havinum á einum bambusflaka, har hann upplivdi, at einki var upp og niður, og endaleyst var yvir og undir.
? Tú kemur inn í sjálva sálina av havninum. Havið hevur fastar rytmur og gongur í ymiskar ættir, og hevur tú einki fast at sammeta við, verður tú drigin inn í hesa organismuna. Tað gevur eina kenslu av frælsi, sigur Tróndur Patursson. Hann hevur gjørt fýra onnur rúm, ið skuldu geva øðrum hesa kenslu av djúbd og frælsi, men nú er listaverkið fullkomið, sigur hann.
? Hendan konstruktiónin skuldi givið tað fullkomna upplivilsi av endaleysari rúmd - hetta er eitt kosmiskt rúm. Leonardo Da Vinci var tann fyrsti, sum arbeiddi við hesum forminum - hetta er ein sera einfaldur formur, eitt hválv av fimm- og sekskantum, sama prinsip, sum ein fótbóltur er seymaður eftir, sigur Tróndur Patursson.
Vit sita inni í Kosmiska rúminum - hava sett listamanninum stevnu fyri at hoyra, hvat list er fyri hann.
Til upprunastøðið
List er at gera tað ósjónliga sjónligt, og tað merkir at síggja sálina og endurgeva hana.
? Náttúran er fullkomin ? tað er ikki neyðugt at endurgeva hana ? men tað eru kortini formar til, sum ikki eru endurgivnir. Fjøllini og gróti hevur eitt slag av sál, og list snýr seg um at síggja sálina. Tekur tú eina mynd av Trøllhøvda, er náttúran deyð á myndini ? tað kundi tað sama verið úr sementi. Men tá tú sær tað sjálv, er tað livandi, tí tá sært tú sálina. Jørðin er av eldi innan og náttúran er livandi ? tú sær og tulkar hetta frumkenda, tá tú upplivir náttúruna, og listafólk skulu fáa hetta fram. Um tú ikki sær sálina í náttúruni í listaverkinum, er tað ikki list, men ein dekoratión, sigur Tróndur Patursson. Og leggur aftrat: Tað er við náttúruni eins og við eini vangamynd - um tú ikki kennir sálina hjá tí persóninum, sum tú málar, líkist myndin heldur ikki. List verður klassisk um hon óansæð tíð og stað nemur við sálina í tí menniskjasliga og er nýskapandi. Eg royni at taka eitt sekund av heimsins upphavi og finna sálina í tí sekundinum - og mála hana. Um tað eydnast gerst tað ósjónliga sjónligt, sigur Tróndur Patursson.
? Sum listafólk mást tú hava eina filosofi aftanfyri tað, sum tú gert. Mín filosofi er, at tú má fara aftur til upprunastøðið, og har eru tvey í at velja - náttúran og menniskja. Eg havi valt at arbeiða við náttúruni, sigur Tróndur Patursson. Hann heldur, at tað er avgerandi, at tú finnur tína egnu leið.
? Eg kann viðurkenna Picasso, men eg kann ikki fara víðari við hansara arbeiði. Drívmegin má koma innanfrá, og tú má, sum listafólk finna tað, sum er inni í tær sjálvum og leggja eina leið eftir tí. Eina leið, sum tú trýr uppá og síðan arbeiða støðugt við hesi leið. List er ein abstraktión og einfalding av tí tú upplivir, sigur Tróndur Patursson. Hann heldur, at finnur tú tína egnu leið og megnar at gera sjónliga sálina í okkara upphavi, náttúruni ella menniskjanum, so eydnast tað at skapa list, sum er algildug ? list, sum er viðkomandi fyri øll til allar tíðir. Tað er hart arbeiði og kann taka eitt heilt lív ? tey flest náa tað aldri ? og tú kanst aldri vita, um tú røkkur hettar mál, tí list er mett klassisk, um hon er viðkomandi í fýra mansaldrar.
Litir og psyka
Í síni list brúkar Tróndur Patursson reyða, gula, grøna og bláa litin. Litirnir vísa hvørja megi og hvørjar kenslur eru í myndini, sigur hann og greiðir frá síni áskoðan á litir. Millum annað hvussu blái liturin hevur verið sæddur sum tann gátuføri liturin - liturin, ið dylir fyri okkum, hvat er innan í verðini.
? Kobolt var forboðið í gomlum døgum. Hesin blái liturin varð ofta settur í samband við Fanan sjálvan, tí tey hildu, at tað var nakað dult og gátuført yvir honum, sigur Tróndur Patursson. Tað bláa ímyndar fyri hann eisini tað gátuføra og tað kosmiska.
? Blátt er norðurlendski liturin, havið og himmalin - tað er tað, sum er rundanum okkum. Norðbúgvar eru til blátt ? men ikki grønlendingar ? grønlendingar eru til gult. Hetta kemur av, at tað er so ljóst á teirra leiðum, kavin lýsir, og sólin skínir leingi um summarið. Gult er gevandi og agressivt, tað ímyndar sólarljósið og megi, sigur Tróndur Patursson.
Ikki at vit eru einslitt - tá fjøllini í Føroyum speglast í havinum er myndin gul, sigur Tróndur Patursson. Gulur er eisini liturin á teimum fýra listarverkunum, sum ímynda eina tílíka spegilsmynd, og sum hongur á eini framsýning, sum Tróndur Patursson hevur í Keypmannahavn nú um dagarnar.
? Litir ávirka okkum meir, enn vit halda, og vit brúka sjálvdan reinar litir ? vit tora ikki, vit bróta teir ístaðin, men listafólk hava ofta hug at brúka reinir litir, sigur hann.
Reyði liturin er hugnaligur og heitur, vit brúka hann á matstovum, og grøni liturin er tryggur, og hann brúka vit jú til próvtøkur. Gevur tú grøna litinum eitt sindur av gulum, verður hann meira lívsjáttandi og ímyndar lív og gróður, sigur Tróndur Patursson.
Á einslittað bakgrund málar hann abstrakt við svørtum. Hetta er tað søguliga ella motivið, litirnir eru kenslurnar og dámurin í myndini.
Kosmisk loysing
Hvussu er við politiskum boðskapi í listini?
? Hetta er loysing, sigur Tróndur Patursson og breiður armin út í kosmiska rúmið, har vit enn sita á spegilsgólvinum.
? Her inni upplivur tú frælsi, so eg haldi, at hetta er ein góð mynd uppá loysing ? Føroyar eru bletturin í miðjuni í rúminum, tí Føroyar eru heimsins nalvi, og so kanst tú ímynda tær Sibirien handa veg, Afrika handa veg og so framvegis í tað óendaliga, sigur listamaðurin.
Nevndur í útlendskum bløðum verður hann ofta lýstur sum ein villmaður í pakt við náttúruna, millum annað orsakað av tí síða hárinum ? er tað eitt "image"?
? Nei, als ikki. Men kanska tað var í byrjanini. Sum ungur listamaður torir tú ikki ordiliga at vísa teg og fara tína egnu leið, men kanska tað gjørdi tað lættari at skilja seg út. Eg havi havt langt hár og skegg síðan 1964, tá eg hevði verið til skips. Vit komu aftur um heysti, og tá teir sóu land fór alt at klippa sær og raka sær ? teir sóu farligir út. Men eg var seinastur, so tað stóð, tá vit komu í land. Eg væntaði at pápi fór at halda, at tað var ræðuligt, men hann segði bara: Hattar er ikki so galið ? so lat eg tað vera, fortelur Tróndur Patursson og leggur aftrat:
? Og so er tað hann sjálvur í bíbliuni, Samson, hvørs styrki lá í hárinum - kanska er hárið míni følihorn, ið merkja náttúruna ? eitt slag av antennum, sum fanga ta kosmiska rúmi ?