Undan vestanstevnu var tað í FM kappingini púra javnt millum Blik av Argjum og Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri . Báðir bátarnir høvdu 30 stig.
Í dag gjørdi argjagentur umborð á Bliki bart. Tær løgdu seg framum beinenvegin, og tær hildu tørn um leiðsluna allan teinin. Onkra løtu vóru tær eina bátslongd ella meiri enn so undan avbjóðarunum, og á málinum vóru tær meiri enn eina hálva bátslongd fremstar.
Hjá Tambar gekk ikki so væl í dag, tí Tambar misti tvey stig sammett við Blik. Orsøkin var, at Drekin hjá Havnar Róðrarfelag í dag vann næstfremsta plássið, meðan Tambar endaði á triðja plássi.
1 Blikur 05.20.35
2 Drekin 05.22.34
3 Tambar 05.23.21
4 Falkur 05.28.29
5 Frúgvin 05.31.03
6 Kollur 05.34.27
7 Beinta 05.34.41
8 Báran 05.35.11
9 Sílið 05.37.34
10 Fenja 05.49.40
11 Knúkur 05.57.04
12 Stubbin 05.57.08
FM støðan
1 Blikur 37
2 Tambar 35
3 Drekin 27
4 Falkur 25