Hvat merkir
blokkurin?
Við jøvnum millumbilum stingur sjónvarpið ein tinglim úr Fólkaflokkinum fram á sjónvarpsskíggjan, næstan heilt inn í stovuna. Hann roynir at síggja sera klókur út og sigur okkum frá, at blokkurin hevur ongan týdning longur, tí vit gjalda rentur av skuld til Danmarkar. Ein føroyskur búskaparfrøðingur hevur alment bor-ið fram, at blokkurin er umleið 15% av okkara brutto-tjóðarinntøku, og hevur tí stóran týdning fyri føroyska búskapin.
Uttan at hava skil fyri nationaløkonomi, loyvi eg mær at halda, at hesir báðir ikki hava skilt spurningin til fulnar
Har aftur ímóti hoyrdi eg ein annan búskaparfrøðing meta, at skulu vit sjálvir finna nýggjar inntøkur ístaðin fyri blokkin, skulu vit økja um okkara útflutning við 2,4 milliardum kr. Vit skulu sostatt meira enn dupla okkara útflutning fyri at fáa 1 milliard kr. meira at ráða yvir. Eg veit ikki um hetta er heilt rætt. Men tað ljóðar sannlíkt, burtursæð frá, at tað verður trupult at finna rávørur v.m. til eina slíka øking í útflutninginum. Hetta merkir eisini, at vit nú, orsakað av ríkisfelagsskapinum, liva sum um vit høvdu ein útflutning uppá 4,4 milliardir og ikki góðar 2 milliardir kr.
Føroyski búskapurin
er tvíbeintur
Føroyski búskapurin hvílir á tveimum nøkunlunda eins longum beinum. Útflutningurin av fiskaúrdráttum og blokkstuðlinum. Seinastu árini hava víst, at blokkstuðulin er tað tryggara beinið. Fyrsti politikarin, sum skar tað út í papp, var Jákup Fr. Øregarad, sáli. Hann plagdi at siga, at vit kunnu krevja skatt, geva skattalætta og annars flyta pening okkara millum sum vit vilja. Men tað sum vit keypa uttan í frá, tað skal gjaldast við fiski ella við peningi úr Holmens Kanal.
Vatnið uttan ífrá
Á maskinverkstaðnum við Gjónna í Miðvági høvdu teir í mínum uppvøkstri eitt vatnhjól. Tað var vatnið uttan ífrá, ella oman ífrá, úr ánni, sum fekk hjólið at mala. Vatnið, sum skvatlaði inni í hjólinum, økti ikki um ferðina, heldur tvørtur ímóti. Minkaði vatnið oman í frá við einari helvt, fór ferðin á hjólinum niður í minni enn eina helvt. Øktist vatnið, øktist ferðin á hjólinum, men kom ov nógv vatn, so rann yvir til onga nyttu.
Vatnið uttan í frá til okkara búskap er deild blokkstuðulin, sum onki kostar at útvega, og deils útflutningurin við frádrátti av tí, sum tað kostar at fremja útflutningin, t.v.s. tað sum liggur eftir til okkum føroyingar at nýta, so sum lønir, hýrur, úrslit av rakstri av framleiðslu- og tænastufyritøkum o.s.fr. Blokkurin streymar stórt sæð allur út í samfelagið til lønir, pensiónir og annað.
At tað er neyðugt at stýra »vatnmongdini« til føroyska búskapin, eru serliga árini 1985 til 1989 gott prógv um. Milliardalánini oman yvir nettoúrslitini frá útflutninginum og blokkstuðulin fekk hjólið at mala alt ov skjótt, umframt at stórar »vatnmongdir« fóru fyri onki.
Fíggjarfrøði
Fólkafloksins
Fyri tað fyrsta hava rentur av skuld og blokkstuðulin onki við hvørt annað at gera. Fyri tað næsta heldur fólkafloksfilosofiin ikki í heila tikið.
Lat okkum taka eitt annað dømi frá í dag úr heimbygd míni, Miðvági. Hugsa vit okkum, at onki flakavirki var í Miðvági, hevði verið lætt at roknað út, at úrslitið av flakavinnu var 0 kr. í Miðvági. Hugsa vit okkum í staðin, at Snarfrost viðgjørdi 10.000 tons av rávøru árliga og at virkið var væl rikið, so hevði nettoúrslitið neyvan ligið langt oman fyri 0 kr. Tí skal eg heilsa miðvingum frá Fólkaflokkinum, at tit skulu halda fingrarnar burtur frá flakavinnu.
Men Fólkaflokkurin tekur feil, sum ikki eina ferð. »Vatnið« oman í frá til búskapin í Miðvági, og í Vágoynni, er m.a. útflutningurin av fiskinum við frádrátti av tí, sum Snarfrost skal gjalda av oynni fyri at fáa hendan útflutning. Arbeiðslønirnar, eisini lønir og úrslit av keypi av tænastum í Vágoynni, liggja eftir. Munurin millum onki flakavirki, sum gevur 0 kr.., og Snarfrost við 10.000 tonsum av rávøru, sum eisini gevur 0 kr., er ovurstórur. Vágoyggin hevði blómað enn meira, og nógv meira, um Snarfrost hevði virkað 10.000 tons av rávøru við einum endaligum úrsliti upp á 0 kr.
Samantak
Seinastu árini hava vit upplivað, at »vatnið« frá okkara egnu vinnu til føroyska búskapin er minkað. Ikki serliga nógv, í hvussu so er lítið og onki í mun til um vit missa blokkin. Hetta hevur álíkavæl ført til nógvar óhugnaligar sorgarleikir fyri føroyskt vinnulív, fyri nógvar privatpersónar og hevur skelkað okkara samfelag í heila tikið.
Eg kann liva við, at Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og aðrir flokkar loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. Alt bendir á at hetta hendir. Men eg kann illa liva við, at Sambandsflokkurin ikki roynir at greiða bæði okkum, sum vónandi ikki verða noydd at flyta, og seliga teimum nógvu, sum koma at flyta burtur í onnur lond, frá avleiðingunum av hesum tiltaki.
Pauli Ellefsen