Heri Mohr
Sum flest øllum kunnugt, gav landsstýrið ríkisstjórnini boð um, at ríkiskassablokkurin – 615.5 milliónir – oyramerktur til heilsu- og almannaverkið ikki skuldi dýrtíðarviðgerast í 5 ár frá 1. januar 2002 at rokna. Men hóast tað gongur á áttanda ári, so hevur landsstýrið ikki enn givið ríkisstjórnini boð um, at niðurbindingin ella stongsulin skal halda uppat. Hetta má sigast at vera ófatulig, fyri ikki at siga ábyrgarleys, umsiting av almennum peningi. Avleiðingar av hesum boðum frá landsstýrinum merkja vit nú øll, men mest tó gomul, sjúk, avlamin og brekað.
Í reglugerðini fyri Sjúkrahúsverk Føroya frá 14. mars 1995 við heimild í § 2, 3. stk. í lóg nr. 621 frá 22. desember 1976 er tilskilað í § 16, at yvirlæknarnir hava rætt og skyldu at leiða kanningar og viðgerðir av sjúkrahúsins sjúklingum og hava ábyrgd av hesum. Tá ið yvirlækni sendir sjúkling á sjúkrahús v.m. í Danmark, eru ávísar treytir fyri, at sjúkrahúsið (les landskassin) rindar flutning v.m.
Áðrenn sjúklingur verður sendur niður, verður hann at visitera av serlækna á viðkomandi sjúkrahúsið. Sjúklingurin verður kannaður til viðgerð á donskum sjúkrahúsi ella deild v.m., ið verður rikin ella goldin av statinum av praktiskum orsøkum helst til Rigshospitalet. Viðgerðin á niðanfyri nevndu sjúkrahúsum og deildum er eftir avtalu við ríkisstýrið kostnaðarleys fyri føroysku sjúkrahúsini: Rigshospitalet, herundir Kysthospitalet på Refsnæs, Ortopædisk Hospital í Keypmannahavn, Finsensinstitut, herunder Radiumstationen. Bert í teimum førum, har tað er heilt greitt, at sjúklingurin ikki kann viðgerast á teimum nevndu sjúkrahúsum og deildum, skal sjúklingurin kannast til onnur sjúkrahús, t.d. Andelsforeningens Gikthospital i Skelskør og Afholdsbevægelsens Behandlingsinstitutioner for alkoholskadede o.s.fr.
Sum tað framgongur av reglugerðini, so er viðgerð á donskum sjúkrahúsum kostnaðarleys fyri tey føroysku sjúkrahúsini. Flutningsgjald og uppihald á Hotel Tórshavn verður goldið av landskassanum jbr. reglugerðina frá 14. mars 1995.
Tann 1. januar 1988 fóru ríkiskassans útreiðslur fyri sjúkrarøkt av føroyingum á donskum sjúkrahúsum í blokkskipanina - og eru har framvegis. Hvørjar fíggjarligar avleiðingar omanfyri nevnda niðurbinding av blokkinum fekk fyri tann føroyska skattaborgaran og heilsu- og almannaverkið í síni heild, síggja vit frægast í landskassans almennu roknskapum í árunum 1988 – 2008, men her í hesum skrivi varpa vit ljós á fíggingina av sjúkraviðgerðum av føroyingum (í Føroyum) á donskum sjúkrahúsum í nevnda 21 ára skeiði.
Í tíðini 1. januar 1988 til 31. desember 2001 kostaði serkanning/serviðgerð á donskum sjúkrahúsum 468 milliónir. Hetta varð goldið av ríkiskassans blokki, sum tá ikki var niðurbundin.
Í tíðini 1. januar 2002 til 31. desember 2008 kostaði serkanning/serviðgerð á donskum sjúkrahúsum 526 milliónir. Av hesum vórðu 263 milliónir goldnar av ríkiskassans blokki, meðan 263 milliónir vórðu goldnar av landskassans likviditeti (gjaldføri). Í hesum tíðarskeiði hevur blokkurin verið niðurbundin, og tað er orsøkin til, at landskassin hevur veitt ríkiskassanum eina hjálpandi hond upp á 263 milliónir, sum er snøgg helvtin av útreiðslunum til viðgerðir av føroyingum í Føroyum á donskum sjúkrahúsum í hesum 7 ára skeiði.
Á heilsu-og almannaøkinum ber til at tríva í rúgvuna av dømum, har landskassin hevur goldið statskassans vegna: Í blokkinum er ríkiskassastuðul til sjúkrakassarnar. Í tíðini 2002 – 2008 hava sjúkrakassarnir fingið 217 milliónir, men av tí at blokkurin er niðurbundin, hevur landskassin goldið ríkiskassans vegna 97 milliónir av teimum 217 milliónunum.
Man hetta, at blokkurin hevur verið niðurbundin nú í 7 ár, ikki vera orsøkin til, at landskassin í stóran mun krevur lánupptøku til tað almenna húsarhaldið? Og hvussu leingi fer niðurbindingin av ríkiskassans blokkfígging at vara? Ella skal okkara vælferð gerast ein viðfáningur sammett við norðanlondum?
Tað er ikki meira enn rímiligt, at spurt verður, um nøkur lógarheimild er (1) fyri at niðurbinda blokkin, og (2) um nøkur løgtingslóg heimilar landsstýrinum at rinda eitt nú fyri serviðgerð á donskum sjúkrahúsum út yvir tað, sum er fíggjað og oyramerkt í tí í løtuni niðurbundna blokkinum?
Nú brýtur í bæði borð. Landsstýrismaðurin við heilsumálum virkar undir álvarsligum ákærutrýsti, og yvirlæknarnir á okkara sjúkrahúsum mugu spyrja, um peningur er í kassanum, áðrenn sjúklingar verða sendir til serkanning/serviðgerð á donskum sjúkrahúsum, hóast hetta ikki átti at kostað landskassanum eitt klovið oyra. Sum longu sagt, skulu flutningsútreiðslurnar og raksturin av Hotel Tórshavn gjaldast av landskassanum, og tessvegna er hetta ikki í blokkinum. Hesi døpru og órógvandi tíðindi um umstøðurnar hjá yvirlæknunum verða nú um dagarnar borin okkum í fjølmiðlunum.
Hvør kann kenna seg tryggan á báti, har manningin, við vánaligum róðrarlagi, kensluleyst tveitir árar fyri borð? - Lítlum báti rekast vit á, áraleysur at kalla.