20 umfør í Effodeildini eru løgd afturum. Sjey umfør eru eftir at spæla, og leygardagin 6. oktober – 20 ára dagin eftir at stóra samfelagsskriðan leyp – verður endaliga fasittið sett upp í landskapping nummar 70, síðani fyrsta kappingin var á skránni í 1942. Av krígsávum var eingin kapping í 1944.
Síðani vágbingar í 2000 við fyrsta og higartil einasta FM heitinum settu sjøtul á nýggja túsund árið, hevur FM stríðið fyrst og fremst verið ein kapping millum tey bæði stóru feløgini í høvuðsstaðnum, sum tilsaman hava vunnið níggju ferðir. HB hevur vunnið FM seks ferðir: í 2002, 2003, 2004, 2006, 2009 og 2010, og B36 hevur vunnið tríggjar ferðir: í 2001, 2005 og 2011.
Umframt í 2000 eru einastu ferðirnar, at feløg av bygd hava staðið ovast á tindinum, í 2007 og 2008. Í fyrra førinum vann NSÍ FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð, og í seinna førinum eydnaðist tað EB/Streymi at tryggja sær fyrsta og higartil einasta FM heitið.
Í 2006 var tað stórt vónbrot hjá teimum í Sundalagnum, at tað ikki eydnaðist at vinna FM. Ta ferðina var EB/Streymur leingi á odda. Í síðsta umfari vann KÍ óvæntað á Mølini á Eiði, og so streyk HB avstað við FM heitinum.
Setningurin hjá B36 undan hesum kappingarárinum var fyri fyrstu ferð at endurvinna FM heitið. Nú tað eru 21 stig eftir at spæla um, er B36 14 stig aftanfyri toppliðið, og harvið er FM møguleikin avskrivaður í árstalsfelagnum.
Støðan
Tað eru níggju stig frá HB á fimta plássi og fram til EB/Streym. Frammanfyri HB eru KÍ, Víkingur og ÍF. Hesi fýra liðini – HB, KÍ, Víkingur og ÍF – eru avbjóðararnir hjá EB/Streymi. Felags fyri hesi fýra er, at tey eiga á at dystast ímóti oddaliðnum. Tað vil siga, at tað ber teimum til í innanhýsis uppgerð við EB/Streym at taka seg nærri toppinum.
Næstu tvær vikurnar verða rættuliga týdningarmiklar fyri, hvussu tað fer at laga seg fram ímóti endaspurtinum. Ikki minst EB/Streymi bíða stórar avbjóðingar. Leygardagin er steypafinalan ímóti Víkingi á skránni, og síðani bíða tvær lyklauppgerðir í landskappingini.
Mikukvøldið í næstu viku verður fult umfar. Væl upplagda ÍF, sum fyri fyrstu ferð síðani stóra sigurárið í 1979 tevjar gull, fær vitjan av EB/Streymi. Sjálvandi er tað ein fyrimunur hjá ÍF longu mikukvøldið at spæla ímóti oddaliðnum. Meðan teir í Sundalagnum ikki hava møguleika fyri at seta fokus á toppdystin fyrrenn eftir finaluna, so hava fuglfirðingar síðani 2-0 sigurin á B36 í Gundadali sunnudagin fyrireikað seg til lyklauppgerðina.
Heðin Askham og hansara menn hava fleiri ferðir verið illa kroystir, men teir eru komnir væl burturúr tí. Fyrst og fremst tí Arnbjørn Hansen í 2. hálvleiki er komin av beinkinum og hevur skorað. Í steypafinaluni verður Heðin Askham noyddur at brúka Arnbjørn so nógv, sum hann yvirhøvur heldur tað vera ráðiligt. So verður spurningurin, hvussu hann verður fyri, tá ið leiðin gongur til Fuglafirðar.
Annan sunnudag ella fýra dagar eftir vitjanina í Fuglafirði fær EB/Streymur vitjan av HB. Í Klaksvík síðsta sunnudag vístu menninir hjá Sigfríði Clementsen meistaraspæl. Fyri tey flestu kennist tað ómøguligt at taka seg níggju stig fram í sjey umførum.
Tá ið tað ræður um HB, so sigur søgan, at tað er ikki ómøguligt við rimmar endaspurti at vinna seg upp á toppin. Í 2006 var HB fimm stig aftanfyri EB/Streym eftir 20 umfør. Tá ið tað endaliga varð gjørt upp, var HB meistari við einum stigi meiri enn EB/Streymur, og í 2010 bar góði endaspurturin við sær, at HB tók NSÍ, ið leingi var á FM kós.
Mikukvøldið verður grannauppgerð í Gundadali. Gongdin nógvu tær seinastu vikurnar bendir á, at HB fer at enda omaná. Júst í hesi støðuni kann tað hugsast, at B36 fer at oppa seg og harvið at punktera loyndu FM dreymarnar í HB húsinum. Men tað valdast nógv, um tað eydnast at pjøssa nógvu skaddu spælararnar. Ímóti ÍF var Jákup á Borg leikbannaður. Vongverjarnir báðir – Høgni Eysturoy og Símun Joensen – vóru so illa skaddir, at teimum bar ikki til at spæla, og Lukasz Cieslewicz og Súni Olsen megnaðu bara ein hálvan tíma.
Hóast B36, KÍ og Víkingur bíða, so kann ikki sigast annað, enn at EB/Streymur verður á tryggjari FM kós, um tað eydnast teimum í Sundalagnum at sleppa snikkaleysir frá avbjóðingunum ímóti ÍF og HB. Tað er ikki neyðugt at vinna báðar dystirnar, men Heðin Askham og hansara menn kunnu væl liva við javnleiki í Fuglafirði og sigri á HB.
Avbjóðararnir
Gongdin seinastu umførini hevur ikki borið boð um, at KÍ er FM kandidatur. Kappingarárið hjá klaksvíkingum hevur verið upp og niður. Teir vunnu fyrstu ferð í 6. umfari (3-2 á NSÍ), og síðani vunnu teir níggu ferðir. Einasti smuttarin hetta tíðarskeiðið var 5-0 tapi ímóti HB. Eftir summarsteðgin hevur úrtøkan verið fýra stig burturúr fimm royndum. Um gongd skal koma á aftur, so eiga vánirnar at vera frægast nú, tá ið B68, NSÍ og TB standa fyri tørni.
Størstu avbjóðararnir hjá EB/Streymi eru grannafeløgini í Eysturoy – ÍF og Víkingur.
Í Fuglafirði prutlar tað rættuliga undir lokinum. ÍF hevur vunnið seks tær seinastu ferðirnar, og liðið er flutt av fimta plássi eftir fjúrtanda umfar, tá ið tað vóru níggju stig fram til toppin, og á næstfremsta plássið. Tað eru tvey stig fram til EB/Streym. Harvið verður ÍF oddalið, um tað um eina viku eydnast á heimavølli at vinna á steypafinalistunum í EB/Streymi.
Flemming Christensen tykist hava gott tak á ÍF. Í samrøðu við Rás2 sunnukvøldið vísti hann burtur øllum tosi um FM og altjóða fótbólt:
– So langt hugsa vit als ikki. Tað er góður hýrur í hópinum. Vit fegnast um úrslitini, og vit síggja við spenningi fram til næstu avbjóðingina, sum er ímóti EB/Streymi, segði ÍF venjarin, sum miðvíst arbeiðir við at varðveita fokus og at halda øllum spælarunum til, hóast tað í løtuni er torført at sleppa av beinkinum og inn á vøllin.
Allar avbjóðingar eru torførar. Eftir EB/Streym skal ÍF vitja TB, sum fyrr í ár vann rudduligan sigur á fuglfirðingum, og so verður grannauppgerð ímóti Víkingi. Leygardagin 6. oktober verður finalan ímóti HB í Fuglafirði!
Víkingur legði bragdliga fyri. Fram til og við 7. umfari var felagsliðið ósigrað topplið. Síðani tá hevur tað bara eydnast at vinna fýra ferðir í trettan royndum. Seks ferðir hevur Víkingur verið partur av javnleiki, og so mikið nógv stig eru skavað saman, at Víkingur framvegis er FM boð. Av triðja plássi eru tað fýra stig fram til EB/Streym, sum fer at vitja í Sarpugerði í triði síðsta umfari.
Víkingur hevur verið plágaður av, at lyklaspælarar hava verið leikbannaðir og raktir av skaðum, og álopsessið, sum skuldi avloysa Finn Justinussen, vísti seg ikki at vera tann fongur, sum roknað varð við. Kortini hevur Jógvan Martin Olsen megnað at hildið liðnum á heiðursmerkjaplássi og at vinna Víking í steypafinaluna og at varðveita FM møguleikan.
Fýra tey fremstu eru lið uttanfyri høvuðsstaðin, og í løtuni bendir alt á, at FM heitið hesa ferð endar í Sundalagnum ella í Eysturoy. Men tað eru framvegis 21 stig at spæla um. EB/Streymur er favorittur, og um tað eydnast teimum í Sundalagnum at sleppa snikkaleysir um boðarnar og íðurnar, sum bíða næstu tvær vikurnar, so fer at síggja heilt gott út!