Løgreglan hevur fyri løtu síðani fingið boð um grind, sum er sædd av landi á Gomlu Rætt. Talan er ikki um stóra grind, og hon er suðurgangandi, sigur vakthavandi á politstøðini, sum ikki veit meira um, hvør ætlanin er við grindini.
Tað er sýslumaðurin sum tekur sær av tí, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.