Suðuroy aftur til eitt sam­ferðslu­stig sum minn­ir um 1970'ini

Tvøroyrar kommuna, og borgarstjórin Kristin Michelsen, meta, at Innsetanin av Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril setur Suðuroy aftur til eitt ferðslu- og samferðslustig, sum minnir um 1970’ini – og sum als ikki svarar til tørvin í dag.

Tvøroyrar kommuna hevur í skrivi gjørt vart við sína ónøgd, nú Smyril, sum vanligt annaðhvørt ár, er í dokk, og avloysaraskip røkir faleiðina. 

 

Loysnin við Galaxy er ikki nøktandi, metir Tvøroyrar kommuna.

 

Tann 22/8 hevur Tvøroyrar kommuna hetta skriv á síni heimasíðu:

 

Áheitan til landsins myndugleikar um álvarsomu støðuna á Suðuroyarleiðini


Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommuna vil við hesum gera vart við ta álvarsomu støðu og tað afturstig, sum øll Suðuroyggin – suðuroyingar, vinnan, ítrótturin og tænastur, sum virka og búgva her suðuri – eru sett í, nú Galaxy verður at avloysa Smyril í heilar 10 vikur.

 

Landsins myndugleikar hava havt góða tíð at finna eitt hóskiligt avloysaraskip fyri Smyril, men kortini hava teir enn einaferð valt at seta inn eitt skip, sum er bæði minni og seinni enn Smyril. Hetta kann ikki góðtakast og verður staðiliga átala.

 

Innsetanin av Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril setur Suðuroy aftur til eitt ferðslu- og samferðslustig, sum minnir um 1970’ini – og sum als ikki svarar til tørvin í dag. Suðuroyingar verða í verki gjørdir til gíslar í egnum landi, avbyrgdir og skerdir í møguleikum at kunna luttaka javnbjóðis við aðrar føroyingar í øllum virksemi og tænastum, sum annars eru atkomulig í hesum landi.

 

Støðulýsing og trupulleikar:

 

  • Túratalið er minkað úr 18 niður í 14 dupult túrar um vikuna.
  • Siglingartíðin er longd til 2,5 tímar hvør veg.
  • Skipið tekur bara 350 ferðafólk og 140 akfør móti Smyril, sum hevur pláss fyri umleið 972 ferðafólk og nógv fleiri 220 persónbilar.
  • Farmflutningur er avmarkaður, og ávís vandamikil vørur (so sum propan, oxygen, ammoniak og CO₂) kunnu ikki flytast við Galaxy.
  • Í vikuskiftunum, har ferðafólkastreymurin er serliga stórur, eru bert tveir túrar hvønn veg. Hetta ger tað ómøguligt at avgreiða allar kappingar og tiltøk, og rakar serliga ítróttarfeløgini í oynni.
  • Ferðaætlanin hongur ikki saman við dagligum tørvi hjá lesandi, tænastuveitarum/ arbeiðsfólkum og familjur fáa ein fløktan gerandisdag.

 

Tað er ein skerjing av grundleggjandi rættindum hjá suðuroyingum ikki at hava álítandi, tíðarhóskandi og virðiliga samferðslu við miðstaðarøkið.

 

 

Fakta og fyrireiking:

Dokking av Smyril er fyrireikað fleiri ár frammanundan, og tí eigur tað at verða sjálvsagt, at eitt skip á javnbjóðis støði við Smyril verður sett inn sum avloysari. Kortini velur landið at leiga eitt skip, sum er munandi minni og seinni – og sum als ikki nøktar tørvin. Støðan er ikki minni hugstoytt, tá tað í 2024 stóð landinum í boði at keypa sponsku ferjuna Volcán de Taburiente til Suðuroyarleiðina – eitt skip á sama støði sum Smyril – men landið valdi ikki at taka av tí møguleikanum.

 

Krav frá okkum:

 

  • At landsins myndugleikar beinanvegin taka stig til at bøta um støðuna við fleiri túrum, so at ítróttur, vinnulív og ferðafólk fáa nøktandi farleið.
  • At framtíðar loysnir tryggja, at Suðuroyarleiðin aldrin verður rikin við skipi, sum hevur lægri kapasitet og tænastustøði enn Smyril.
  • At samferðslan við meginøkið verður tryggjað á einum støði, sum kann nøkta bæði dagligan tørv og menningarmøguleikar fyri Suðuroy.

 

Okur krevja, at landsins leiðsla tekur ábyrgd og tryggjar Suðuroynni eina samferðslu, sum svarar til tørvin í dag – við áheitan um, at hetta er seinastu ferð at eitt minni skip enn Smyril avloysir, tá Smyril skal í dokk. -Okur síggja longu nú -áðrenn Galaxy er byrjaður at sigla- óhepnu avleiðingarnar av støðuni, har ferðaseðlar eru útseldur 14 dagar fram á fleiri fráferðum.


Tvøroyri Kommuna