Borac hevur leikt tveir venjingardystir undan dystunum móti B36

Borac Banja Luka leikti sín seinasta kappingardyst 29. mai

Borac Banja Luka hevur leikt tveir venjingardystir móti slovenskum liðum sum fyrireiking til dystirnar móti B36 í Europa Conference League

Borac Banja Luka hevur leikt tveir venjingardystir móti slovenskum liðum sum fyrireiking til dystirnar móti B36 í Europa Conference League

Mótstøðuliðið hjá B36 í Europa Conference League undankappingini, Borac Banja Luka úr Bosnia fyrireika seg til báðar dystirnar móti B36.

Í farnu viku leikti Borac Banja Luka tveir venjingardystir móti liðum úr Slovenia. 

Fyrra dystin móti ND Gorica tapti Borac Banja Luka 1-3 (1-2). Væl betur gekk í seinna dystinum móti Celje. Tann dysturin endaði við javnleiki 0-0.

Borac Banja Luka hevur ikki leikt ein kappingardyst síðani 29. mai, tá landskappingin í Bosnia Hercegovina endaði. Borac Banja Luka leikar ikki dyst aftur fyrrenn teir møta B36.

Fyrri dysturin millum Borac Banja Luka og B36 verður leiktur í Bosnia, hósdagin 7. juli klokkan 17 føroyska tíð (klokkan 19 bosniska tíð). Returdysturin verður leiktur í Gundadali, hóskvøldið 14. juli klokkan 18.