Borgarstjórar vilja hava strandfaraskip

Borgarstjórarnir í Klaksvíkar- og Svínoyar kommunu heita í brævi staðiliga á vinnumálaráðharran um at byggja nýtt skip til Svínoyarleiðina Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, og Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoy, hava sent Jóhan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, áheitan um at byggja nýtt skip til svinoyarsiglingina.

Í brævinum skriva teir:

- Í seinastu viku var at hoyra í fjølmiðlunum at nýtt skip skuldi byggjast til Nólsoyarleiðina. Síðani skuldi eitt tíðarhóskandi skip finnast til Svínoyarleiðina. Við hesum orðum kundi ein gera sær tankar um, at hugsa varð um eitt gamalt skip til Svínoyarleiðina. Svínoyingar og fugloyingar hava haft Másan siglandi á leiðini síðan 1959. Farleiðin er tann ringasta til veður og streym.

-Vit vilja við hesum staðiliga biðja Føroya Landstýrið og Løgting um, at eitt nýtt og hóskandi skip verður bygt sum skjótast til Svínoyarleiðina.

-Vit vóna, at tit taka hesa áheitan okkara í álvara, tá ið tit vónandi vita, líka so væl sum vit, hvørjum standi Másin er í, skrivar Steinbjørn O. Jacobsen og Eyðun Jacobsen.