Á nýggjárinum skal Vestmanna hava nýggjan borgarstjóra. Tað er greitt, tí sitandi borgarstjórin Bjørg á Rógvi, stillar ikki uppaftur.
Hon stillaði fyrstu ferð upp til bygdarráðsvalið á seinasta bygarráðsvali og varð vald.
Tá Pauli Petersen legði frá sær sum borgarstjóri í hálvum skeiði, varð Bjørg á Rógvi vald til borgarstjóri.
Við heimasíðuna hjá Demokratia sigur hon, at hon stillar ikki uppaftur.
– Eg kundi gott hugsað mær at verið partur av bygdarráðnum næstu fýra árini, tí hettar hevur verið ein ótrúliga mennandi og spennandi tíð - serliga hava tvey tey seinastu árini sum borgarstjóri verið sera lærurík, men av persónligum ávum stilli eg ikki upp hesaferð, sigur hon við demokratia.fo
Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Trýst her fyri at síggja samrøðuna
Grein úr Sosialinum 17. mai 2024: