Borið í lívmóður frá deyðari kvinnu

- Málið er at gera tað møguligt hjá kvinnum, sum onga lívmóður hava, at bera og føða børn, sigur skurðlæknin, Andreas Tzakis.

 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er eitt barn føtt í USA, sum er vaksið og búnast fram til barnsburð í einari transplanteraðari lívmóður frá deyðari kvinnu. Mamman hjá nýfødda barninum er við í einari slóðbrótandi granskingarverkætlan í USA.

NBCNews veit at siga, at tað eru tíggju kvinnur við ongari lívmóður sum luttaka í granskingarverkætlanini, har hesar hava fingið - ella fáa - nýggja lívmóður transplanteraða frá deyðum gøgngeva.

Skurðlæknin, Andreas Tzakis, sigur, at tær kvinnur, sum eru við í verkætlanini, eru kvinnunum, sum vildu lata sína lívmóður, ógvuliga takksamar. Hann vísir á, at gøgngevararnir hava gjørt dreymarnar hjá øðrum kvinnum, sum annars ikki høvdu fingið børn, til veruleika.

Higartil hevur deildin, sum arbeiðir við hesi slóðbrótandi verkætlan í Cleveland í statinum Ohio, framt fimm transplantatiónir av lívmóður frá deyðum kvinnum til kvinnur, sum onga lívmóður høvdu.

Av hesum fimm transplantatiónunum, hava tríggjar higartil eydnast væl, og millum hesar er transplantatiónin, har fyrsta barnið nú er føtt í USA, sum er vaksið og hevur búnast fram til føðing í lívmóður frá deyðari kvinnu.

- Málið við granskingarverkætlanini er at gera tað møguligt hjá kvinnum, sum onga lívmóður hava, at bera og føða síni børn, sigur skurðlæknin, Andreas Tzakis, við NBCNews.

Sambært heimasíðuni er hetta tó ikki fyrstu ferð, at barn er føtt úr lívmóður hjá aðrari kvinnu, tí royndir hava áður verið gjørdar at transplantera lívmóður úr livandi kvinnu í aðra kvinnu, eitt nú millum vinir ella skyldfólk.

Í desember í fjør kunngjørdu læknar í Brasilia, at fyrsta barn nakrantíð varð føtt úr lívmóður frá deyðum gøgngeva, og nú er so eisini fyrsta barnið føtt í USA, borið í lívmóður frá deyðari kvinnu, leggur NBCNews aftrat.