Chelsea ætlar ikki at liggja á løtu síðuni á fótbóltsmarknaðinum. Teir bláu úr London hava skrivað undir sáttmála við 25 ára gamla portugisiska landsliðsleikaran, José Bosingwa, sum hevur leikt við Porto seinastu árini. Bosingwa kemur upprunaliga frá Demokratiska Lýðveldinum Congo, men flutti sum barn til Portugals. Sáttmálin hjá Bosingwa hevur eitt virði uppá 16,2 miljónir bretsk pund. Manchester United royndi at ogna sær portugisiska spælaran, men hendan dystin vann so Chelsea. Bosingwa er sera fegin sjálvur: ?Eg havi góðar vinir, sum spæla í Chelsea, og eg kenni á mær at eg kann vaksa, og gerast enn betri, sum spælari í Chelsea. Eg elski tað enska spælið, og nú eg eri komin her, so fari eg at gera mítt ítarsta.?
Tíðindi