Leirvík er við at gerast ein ein vinnubygd burturav. Frá Interkommunalu Brennistøðini í eyst til Statoilstøðina í vest finnur tú ímillum Faroe Marine Product, betri kent sum høvdavirkið, Tavuna, reiðaravirkið hjá Justinussen, reiðaravirkið og virkið hjá Kjartan Joensen, umframt egningarskúrar. Eisini er eitt elvirki í bygdini, sum hevur fleiri fólk í arbeiði.
So hvat er meiri náttúrligt í einum so vinnuríkum øki enn at hava eitt sindur til sinnið og búkin? Og tí syrgir Bowlinghøllin í Leirvík fyri.
Føroyar gerast alt meiri altjóða merktar. Rákið úr USA fyrst og fremst, men eisini úr øðrum pørtum av heiminum, kemur inn á okkum umvegis serliga Danmark. Tað sæst aftur allastaðni. Vit kunnu til dømis nevna kaffibarrir, fitness-miðstøðir, Burger King, Sunset Boulevard, sushi matstøð – og bowlinghøllir.
Eftir at bowlinghøllin í Havn – Want2bowl – læt dyrnar upp, eru komnar nýggjar til, bæði í Suðuroy og Leirvík. Og tann, sum tíðliga sá hendan møguleikan, var Ólavur Olsen í Leirvík.
- Eg metti, at tað var fólkagrundarlag fyri einari bowlinghøll, eftir at Norðoyatunnilin læt upp, og tí tók eg avgerð um at byggja høllina, sigur Ólavur Olsen, sum í fleiri ár hevur átt og rikið Statoilstøðina í Leirvík.
Ólavur Olsen hevur í nøkur ár eisini havt eitt byggifelag, so hann hevur sjálvur gjørt ein stóran part av arbeiðinum við at byggja bowlinghøllina. Hon varð so alment tikin í nýtslu 28. oktober 2005.
Væl vitjað
Hesi góðu trý árini hevur hann rikið bowlinghøllina saman við Statoilstøðini, og fyri tveimum árum keypti hann so ein handil í bygdini og rak hann undir samtakinum Samkeyp.
- Men tað drenaði so nógva orku, at tað gjørdist ov nógv, og nú hava vit so selt handilin aftur, sigur Ólavur Olsen.
Stutt eftir, at bowlinghøllin varð tikin í nýtslu gjørdist hann varðugur við ein tørv á at fólk eisini kundu fáa ein góðan bita eftir eitt bowlingkvøld, og hóast tað bar til at fáa grillmat á Statoilstøðini, ið liggur bara nøkur fá fet frá bowlinghøllini, so var hetta ikki »ideella kombinatiónin«.
Hann tók tí avgerð um at byggja uppí bowlinghøllina, so rúm gjørdist fyri einari matstovu og einum stórum og framkomnum køki.
- Arbeiðið byrjaði í fjør vár. Vit gjørdu tað mesta sjálvir, og um miðan november var so klárt at taka nýggju matstovuna í brúk, sigur Ólavur Olsen.
Hann sigur, at bowlinghøllin frá byrjan av hevur verið væl vitjað. Fólkagrundarlagið er Norðoyggjar og Eysturoyggin, men tað hendir seg meiri enn so, at tað koma fólk aðrastaðni frá, eisini úr høvusstaðnum.
- Gerandiskvøld er einki trýst á, men um vikuskiftið er høllin væl vitjað. Fríggjakvøld og leygarkvøld er vanliga nógv fólk, og tá hava vit eisini opið til klokkan eitt um náttina, sigur Ólavur Olsen.
Matur hvønn dag
Dagligur leiðari av bowlinghøllini – og nú eisini matstovuni – er Berg Vatnhamar. Hann arbeiddi annars »í eitt mannaminni« hjá Leif Mohr í Havn, men eftir at hava verið í farloyvi eina tíð er hann nú burtur av leiðari av Bowlinghøllini í Leirvík.
- Matstovan stóð liðug um miðan november í fjør, so tað var beint upp undir, at øll jólaborðhaldini stóðu fyri durum. So á tann hátt fingu vit eina góða byrjan, sigur Berg Vatnhamar.
Sjálv matstovan letur upp á miðdegi við einari buffet.
- Vit byrjaðu við at hava buffet hvønn gerandisdag, men tað var skjótt at vit komu eftir, at mánadagar og týsdagar ikki vóru teir stóru buffet-dagarnir, so nú hava vit opið frá mikudegi til fríggjadag millum 12 og 13.30, sigur Berg Vatnhamar.
Men Berg verður noyddir at byrja fyrri enn so á matstovuni.
- Tá Ólavur seldi Statoilstøðina, flutti morgunmaturin við niðan her á matstovuna, so tann »gamla klikan«, sum drakk kaffi og át rundstykkir á Statoilstøðini fyrr, gera tað her nú. So tað er at smyrja rundstykkir hvønn morgun, sigur Berg Vatnhamar.
Annars er matstovan opin frá miðdegi og út á kvøldið. Gerandisdagar til klokkan 21 og um vikuskiftið til klokkan 22.
- Tá ber so til at fáa tann matin, sum stendur á matarkortinum, sigur Berg Vatnhamar.
Sjálv bowlinghøllin er opin nakað longri, gerandisdagar frá klokkan 14 til 23 og vikuskifti frá 14 til 01 um náttina.
Vælegnað til fyritøkur
Sum nakað nýtt byrjaði Ólavur Olsen í fjør at skipa fyri Go-cart koyring.
- Enn er hetta rættiliga nýtt, men vit halda, at við hesum aftrat standa vit rættiliga væl í útboðnum av aktivitetum í Leirvík. Nú skuldi verið lag á manni hjá fyritøkum at komi hendan vegin, tí nú kunnu vit bjóða bæði bowling, go-cart koyring umframt ein góðan bita, sigur Berg Vatnhamar.
Í matstovuni kunnu til gerandis sita eini 50 fólk, men um hølini verða umbiðin til eina veitslu til dømis, so kunnu eitt stað millum 80 og 100 fólk sita í ljósu hølunum.
Men umframt vanligu upplatingartíðirnar ber eisini til eftir avtalu at sleppa at bowla aðrar tíðir.
- Tað eru serliga barnagarðar og skúlaflokkar, sum bowla áðrenn høllin vanliga er opin, og tað ber væl til at gera avtalur um tað. Eisini ber til at gera avtalu um at fáa okkurt etandi í tí sambandi, sigur Berg Vatnhamar.
Hann sigur, at tað er eisini rættiliga vanligt, at barnaføðingardagar byrja við einum túri í bowlinghøllini – eftir avtalu.
- Eg haldi, at tað hevur gingið fram á, síðani matstovan læt upp. Buffetin á miðdegi fær størri og størri undirtøku, og fólk hava sum heild tikið væl ímóti matstovuni, sigur Berg Vatnhamar.
Nógv verður tosað um kreppu í hesum døgum, men ein sannroynd er tó, at tá kreppan rakar, velja fólk ofta at vitja á matstøðum oftari heldur enn at fara á tær dýrari uttanlandsferðirnar.
- Í dag hevði eg ikki farið undir útbyggingina til hesa matstovuna soleiðis sum tíðirnar eru. Men nú verður so spennandi at síggja, um og hvussu hendan fíggjarkreppan fer at ávika okkara virksemi, sigur Ólavur Olsen, eigari av Bowlinghøllini í Leirvík.