Fyri fáum døgum síðani kunngjørdi bretski prinsurin William, at hann og unnustan Kate Middleton skuldu giftast í næstum. Í dag varð so fráboðað, at brúdleypsdagurin verður tann 29. apríl næsta ár.
William prinsur hevur egna skrivstovu, og haðani verður sagt, at vígslan verður í Westminster Abbey í London.
Í síðstu viku vísti ein meiningakanning, at flestu bretar vilja hava William at taka við eftir ommu sína, Elizabeth drotning. Charles krúnprinsur er annars fyrsti arvingur til trúnuna.