Bróstamjók ella ei

Ofta verður tikið til, at vit hava fingið hatta ella hitt inn við móðurmjólkini. Hvussu er og ikki, so vórðu tey bæði, Jana og Jákup Oluf, fødd sama dag á Landssjúkrahúsinum, og síðani tá hava vegir teirra - av og á - tilvildarliga runnið saman

 
 
 
 
 
Tey eru bæði fødd Hansen tann 5. oktobur 1973 á Landssjúkrahúsinum. Síðani tann dagin hava vegir teirra fleiri ferðir tilvildarliga runnið saman.
Í dag eru tey svágd, tí Jákup Oluf er trúlovaður við systir Janu, og Jana er mostir at dóttir hansara.
Fyrstu ferð, tey hittust aftur, var tá bæði byrjaðu á Fiskivinnuskúlanum í senn. Síðani arbeiddu tey saman eitt skifti á kryvjivirkinum í Vestmanna.
Seinasta tilvildarliga hendingin var, tá tey stillaðu upp - bæði fyri fyrstu ferð - til kommunuvalið hesaferð. Tað eydnaðist báðum at verða vald, hon í Sunda kommunu, hann í Vestmanna. Og tá bygdaráðini vórðu skipað, vísti tað seg, at bæði vóru vald í trivnaðarnevndirnar.
Vit byrjaðu við bróstamjólkini. Tað var soleiðis, at Petrina, mamma Jákup Oluf, hevði nógva mjólk, men Helena, mamma Janu, hevði ikki ein dropa ? so, um móðurmjólk ger nakran mun, tá tað kemur til politikk, tað má tíðin koma at vísa.