Brøður hava keypt politistøðina

Brøðurnir Páll og Gunnar Breckmann hava keypt politistøðina í Jónas Broncksgøtu í Havn.

Páll Breckmann sigur við Portalin, at støða enn ikki er tikin til, hvat teir skulu brúka ognina til. Um tað ber til at seta bygningin í stand, verður hann helst til skrivstovur. Ein annar møguleiki er handil.

Tí skulu kanningar gerast fyrst.

Økið er umleið 3000 fermetrar stórt, og har eru góð parkeringsviðurskifti.

Slots- og Ejendomsstyrelsen, sum átti politistøðina, valdi at selja ognina orsakað av blámusoppi. Har var so nógvur blámusoppur, at politiið noyddist at flyta út.