– Ikki kann sigast annað, at dagurin hevur gingið væl. Ella sum venjarin úttalar seg, so hevur tað verið ein fantastiskur dagur í Hvidovre, ljóðar tað frá Bragdinum.
Tey trý luttóku í fýra greinum, og øll settu persónlig met (PM) og tóku harumframt trý bólkamet (BM).
Arina Ludvig, ið er lutfalsliga nýggj í frælsum ítrótti, bøtti um PM á 300m við heili 3,5 sek og kom á mál við tíðini 46,05 sek og einum samlaðum 7. plássi.
Jónas Gunnleivsson Isaksen vann silvur á 300 m við tíðini 37,12 sek og tók meira enn 1 sekund av persónliga metinum og nærum 1 heilt sekund av bólkametinum á 38,03 sek. Ja, faktiskt bólkamet hjá D15, 16, 17, 18 og D19.
Eiri Jógvansson Glerfoss vann silvur á 100 m hekk og rann innleiðandi 13,61 sek, sum bert er 9/100 sek frá donskum ungdómsmeti, og er hetta eisini føroyskt bólkamet fyri dreingir 15.
Eiri leyp eisini longdarop og kom fyri fyrstu ferð væl út um 6 m – nevniliga 6,14 m í síðstu roynd, sum eisini er bólkamet. Hann stóð tí til at vinna gull til DMU. Tað helt bert í 2 min, tá kappingarneytin Mathias Højen í síni síðstu roynd hepnaðist at leypa 6,18 m og harvið tók gullið. Eiri ognaði sær sostatt silvur.
##med2##
Í dag hava tey aftur kappast - Arina í trístøkk, Eiri á 200m og Jónas 800m.
Arina Ludvig ognaði sær bronsu við einum trístøkkslopi á 9,93 m (w: -0,6). Løtu seinni sprintaði Arina 200 m uppá 29,15 sek (w: -0,7 m/s). Bæði úrslitini eru persónlig met.
Eiri Jógvansson Glerfoss vann enn eitt silvurmerki, og hesuferð á 200 m sprintteininum við 23,92 sek (w: -1,1 m/s), og er tað júst sama tíð, ið hann áður hevur runnið teinin.
Og ein danskan meistara fingu vit sanniliga eisini, tá Jónas Gunnleivsson Isaksen endaði DMU-ballið við gulli á 800 m við sera góðum persónligum meti á 2.02.38 min.
##med3##