Svenska sjónvarpið metir um styrkirnar og veikleikarnir hjá Brandi Enni. Grand Prix - ella Melodifestivalen, sum svenskarar sjálvir nevna kappingina, er eitt av ársins størstu tiltøkum í Svøríki, á hvørjum ári. Tað verða heilar 4 undankappingar, har sangarnir skulu kappast um at koma til sjálva finaluna. Haraftrat verður ein eyka kapping fyri tey, sum fáa ein eyka møguleika. Á heimasíðuni hjá svenska sjónvarpinum, SVT verður mett um veikleikarnir og styrkirnar hjá øllum luttakarunum. Har eru 5 kategoriir. Brandur Enni fær toppkarakter tá ræður um at verða ?Djarvur? og at verða ?Gentufavorittur?. Fyri ?Show? fær Brandur beint yvir miðal, sum ?Ikon? fær hann beint undir miðal. Brandur fær harafturmóti vánaligan karakter fyri ?Úthaldni?. Tey, sum vilja lesa um Brand og øll hini, sum luttaka í svenska Grand Prix-num kunnu fara inn á www.svt.se/melodifestivalen. Trýst á ?Bidragen?.