Breivik fær brøv frá børnum

Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik, sum situr fangi í Ila-fongslinum, fær javnan bræv frá fólki, og fleiri av brævskrivarunum eru yngri enn 18 ár. Tað ørkymlar leiðsluna í fongslinum, og hon hevur tí vent sær til barnaverndina við málinum, sigur NRK.

Stjórin í Ila-fongslinum, Knut Bjarkeid, kann ikki siga nakað um brøvini, tí hetta er umfatað av hansara tagnarskyldu, men sakførarin Tord Jordet, sum er verji hjá Breivik, váttar, at Breivik fær brøv frá børnum og ungum. Hann sigur, at Breivik fær tekningar frá summum børnum, men at hann fær eisini brøv frá ungfólki, sum hava áhuga fyri politikki.

Tord Jordet vísir á, at børn og ung hava tali- og skrivifrælsi, og at myndugleikarnir kunnu ikki sýta fyri at útflýggja brøv frá børnum og ungum.

Øll brøv til Breivik verða brotin upp og lisin, áðrenn hann fær tey, og fongslið leggur hald á brøv, sum eggja til brotsverk av ymsum slagi.