Norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik (myndin), hevur sent norsku avísini, Morgenbladet, eitt bræv, har hann gremur seg um, at postur sín verður sensureraður.
Í brævinum skrivar Breivik, at tilsamans 450 fult lóglig brøv eru steðgað í sensurinum síðani august í fjør, og verji hansara, Tord Jordet, sigur málið snúgva seg um politiskan sensur.
Umleið ein millión krónur verður brúkt um árið til at handfara og skilja post, sum Breivik fær sendandi til fongslið.
Eisini veit Anders Behring Breivik í brævinum til Morgenbladet at siga, at bók hansara, sum hann er í ferð við at skriva, skjótt verður klár at geva út, og eisini grundgevur hann í brævinum fyri, hví hann heldur seg hava rætt til at fáa bókina útgivna.