Bretski leiðarin noktar at leggja frá sær eftir Epstein-gøluna

Keir Starmer er undir hørðum trýsti orsakað av sambandinum millum fyrrverandi bretska sendiharran og Jeffrey Epstein.

Sambandið millum fyrrverandi bretska sendiharran í USA Peter Mandelson (vinstrumegin) og kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein kann kosta bretska forsætisráðharranum Keir Starmer (høgrumegin) starvið. - Mynd: Carl Court/Reuters

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, hevur ongar ætlanir um at leggja starvið frá sær.

 

Tað segði hann á tingfólkafundi í stjórnarflokkinum Labour í kvøld.

 

Trýstið er vaksið á bretska leiðaran seinastu dagarnar, eftir at málið um sambandið millum nú fyrrverandi bretska sendiharran í USA, Peter Mandelson, við dømda kynsbrotsmannin, Jeffrey Epstein, kom undan kavi.

 

- Havi stríðst so hart fyri møguleikanum at broyta land okkara, eri eg ikki til reiðar at rýma frá mínum mandati og míni ábyrgd mótvegis landi mínum og kasta okkum út í kaos, eins og onnur hava gjørt, segði Starmer, sambært The Guardian.

 

- Eg havi havt mótstøðumenn allan vegin, og teir havi eg enn. Mótstøðufólk, sum als ikki vilja hava eina Labour-stjórn og sanniliga ikki eina, sum eydnast, leggur Starmer afturat.

 

Sambært tíðindastovuni AFP sá trýsti forsætisráðharrin treiskur út á fundinum í dag og helt fast um, at hann hevur vunnið hvønn bardaga, hann nakrantíð hevur verið í.

 

Fyrr í dag heitti skotski Labour-leiðarin, Anas Sarwar, á Keir Starmer um at leggja frá sær.

 

Peter Mandelson varð av Keir Starmer útnevndur sum bretskur sendiharri í USA í januar 2025, men varð koyrdur úr starvinum í september, eftir at tað kom fram, at hann hevði havt vinalag við Jeffrey Epstein.

 

Starmer hevur síðani biðið um umbering fyri at hava sett Mandelson í starvið.

 

Høgra hond hjá Starmer, starvsfólkaleiðarin Morgan McSweeney, tók "fulla ábyrgd" av avgerðini í gjár og segði seg úr starvinum.

 

Fleiri ráðharrar hava lýst sín stuðul til Starmer. Talan er millum annað um varaforsætisráðharran, David Lammy, uttanríkisráðharran, Yvette Cooper, og Rachel Reeves, fíggjarmálaráðfrú.

 

Leiðarin í vinstraveinginum, Angela Rayner, og innanríkisráðfrúan, Shabana Mahmood, sum báðir eru nevndar sum møguligir avloysarar fyri Starmer, hava báðir sagt seg hava fullan stuðul frá Starmer, skrivar AFP.

 

Leiðarin í høgravenda flokkinum Reform UK, Nigel Farage, heldur, at tíðin hjá forsætisráðharranum við valdinum "er farin"

 

Labour hevur seinasta árið ligið aftanfyri anti-tilflytaraflokkin hjá Farage í veljarakanningunum.

 

Handilsmaðurin Jeffrey Epstein varð í 2008 dømdur fyri skøkjuhald í einum máli um eina unga gentu.

 

Í 2019 varð hann ákærdur í einum nýggjum máli um menniskjahandil við tí endamáli at misnýta ungdóm kynsliga. Epstein varð handtikin og funnin deyður í klivanum eftir umleið ein mánað í fongsli.

 

/Ritzau/

 

Sambandið millum fyrrverandi bretska sendiharran í USA Peter Mandelson (vinstrumegin) og kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein kann kosta bretska forsætisráðharranum Keir Starmer (høgrumegin) starvið. - Mynd: Carl Court/Reuters