Ein av teimum fyrstu døgunum í krígnum í Irak mistu bretar tveir hermenn. Tað vóru tann 24 ára gamli Luke Allshopp og tann 36 ára gamli Simon Cullingworth.
Nakrar dagar seinni vísti arabiska sjónvarpið al-Jazeera myndir av teimum báðum líkunum. Í Bretlandi vóru fólk í øðini, og Tony Blair, forsætisráðharri vildi vera við, at irakar høvdu avrættað teir báðar hermenninar.
Nú eru líkini funnin í einari grøv nærhendis býnum Basra har suðuri í Irak. Ein talskvinna hjá verjumálaráðnum í London segði í gjár, at enn er ikki staðfest, hvussu teir báðir menninir doyðu, men at tað verður kannað. Hon legði afturat, at tað verður eisini kannað, um menninir vórðu avrættaðir.
Tað vóru fólk í Basra, sum kunnaðu bretar um, hvar teir báðir menninir lógu jarðaðir. Tey vistu at siga, at tað vóru limir í Bath-flokkinum hjá Saddam Hussein, sum jarðaðu teir í oyðimørkini uttan fyri býin.