Breyt inn og stjól bil - einki koyrikort og drukkin

Tíðliga seinnapartin í gjár fór ein hending fram í Havn, sum fekk løgregluna upp úr stólinum.

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at eitt innbrot varð framt í Havn um 13-tíðina í gjár. Brotið varð inn í hølini hjá Visit Tórshavn í gamla føroyabankabygninginum í miðbýnum.

 

- Viðkomandi breyt inn, tók einar billyklar til ein privatbil úr einum jakkalumma, fann bilin á parkeringsplássinum hjá Mariu Poulsen og stakk av við bilnum.

 

Løgreglan sigur, at tað tók teimum einar tveir tímar at finna bilin og føraran, og hesin varð funnin nakað uttan fyri Havnina. 

 

- Tann, sum breyt inn, stjól lyklarnar og bilin, hevði einki koyrikort, og viðkomandi var heldur ikki edrúur.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her er talan um tilsamans fýra lógarbrot - innbrotið, tjóvarríið, einki koyrikort og ávirkaður av rúsdrekka.

 

Spurdur, hvørjum standi bilurin var í, tá hann varð funnin aftur, sigur løgreglan, at í frágreiðingini um hendingina er einki sagt um, at bilurin hevur fingið skaða.

 

- Tá vit funnu bilin aftur og fingu fatur í føraranum, varð viðkomandi tikin við inn á støðina og verður nú skuldsettur fyri brotini, legði vaktleiðarin aftrat.