Brimil kom Thor til hjálpar á fiskileið

Garnabáturin hevði fingið um skúvuna, meðan teir vóru á fiskileið, og tá veðurvánirnar søgdu frá vátakava og vindi, gjørdi V&B av at fara skipinum til hjálpar beinanvegin Vaktar-og hjálparskipið Brimil fekk í gjár boð um at fara einar 68 fjórðingar í ein landssyning eystan úr Borðuni eftir garnabátinum Thor úr Hósvík, sum hevði fingið um skrúvuna og vildi hava sleip.

Brimil var júst tá komin á Havnina at seta skiparanæmingar í land, sum høvdu verið seks dagar umborð. Næmingarnir høvdu fingið upplæring og venjing í at nýta navigatiónstólini, sum eru í skúlastovuni og á brúnni á Brimli.

Veðurvánirnar søgdu frá vátakava og vindi, og tí gjørdu teir á Brimli av at fara eftir Thor beinanvegin, so komast kundi til skipið og setast á at sleipa, áðrenn vindurin vaks.

Klokkan 06 í morgun komu bæði skipini á Runavík. So skjótt skipini vóru bundin, og motorarnir vóru sløktir, fóru kavarar niður at skera av skrúvuni.

Um 9.45-tíðina í morgun var liðugt at skera av skrúvuni.

Umborð hjá Thor startaðu teir nú motorin og koplaðu í, og tá sá alt út til at vera í lagi aftur.