Løgreglan í Havn hevur havt úr at gera um vikuskiftið við at fáa hendur á trimum monnum, sum hava verið á eini innbrotsherferð í Havn leygardagin og sunnudagin.
Tveir av teimum sita í klivanum á løgreglustøðini, meðan tann triðji enn ikki er funnin. Løgreglan sigur seg vita, hvør maðurin er, og væntar at taka hann nakað skjótt.
Fyrst tóku menninir ein Ford Escort vøruvogn, sum stóð parkeraður í Dr. Jakobsensgøtu. Bilin skuldu menninir nýta til at sleppa til Prix Føroyar konsertina, sum var á Strondum leygarkvøldið.
Tá menninir komu aftur til Havnar av Strondum settu teir bilin frá sær á parkeringsøkinum við SMS. Bilurin var illa farin. Forrúturin var knústur, og bilurin hevði eisini fingið aðrar skaðar. Menninir høvdu koyrt útav á landsvegnum og høvdu eisini rent á onkran bil á Strondum. Løgreglan hevur varhugan av, at teir vóru rúsaðir, men eingi prógv eru fyri hesum, tí ongar blóðroyndir eru tiknar.
Meðan tey flestu tóku sær av løttum sunnudagin, lógu teir tríggir menninir ikki á latu síðuni, men fóru aftur til verka.
Tveir handlar stóðu hesuferð fyri skotum. Fyrst varð brotið inn í klædnahandilin Vogue, og síðani fóru teir til Einar Mikkelsen í Tróndargøtu, har teir eisini brutu inn.
Teir fingu ikki nakað stórvegis burturúr hesum báðum innbrotunum.
Sunnukvøldið klokkan 21 fekk løgreglan fatur á tveimum av monnunum, og teir sita nú handan rimar. Tann triðji var enn ikki tikin á middegi mánadagin, men løgreglan sigur seg hava ein varhuga av, hvør tann hesin er, og tí vænta teir at taka hann, áðrenn long tíð er fráliðin.