Broytingar í dystarskránni til Wenzel Nordic Cup

Vegna ringt veður og seinkaðar flogferðir í dag og í gjár eru broytingar gjørdar í dystarskránni til Wenzel Nordic Cup fríggjakvøldið. Hetta er endaliga dystarskráin.

Kl. 18.00: H71 – GOG

Kl. 20.00: Valur – THW Kiel

– Vit harmast um støðuna og tær avleiðingar, hon hevur fyri áskoðarar, leikarar og onnur, sum eru partur av tiltakinum. Umstøðurnar eru uttan fyri okkara ávirkan.

Atgongumerkir kunnu keypast við dyrnar.

 

Eventz Føroyar