Løgreglan hevur í morgun avbyrgt fleiri økir oman eftir Varðagøtu eftir, at innbrot hevur verið hjá djóralæknanum í nátt.
Sum in.fo skilur, so hava brotsmenninir brutu fleiri lás fyri at sleppa framat goymsluni við heilivági og øðrum. Á veg oman eftir Varðagøtu hava teir so tveitt ymiskt av tí, ið teir fingu hendur á, frá sær.
Við SEV-verkið í Varðagøtu hevur løgreglan avbyrgt eitt øki runt ein arbeiðsskúr og SEV-bygningin, tí rundanum og á skúrinum hava tjóvarnir tveitt ymiskt av tjóvagóðsinum. Tá in.fo var á staðnum, lógu sproytur og annað á økinum.
Eisini við fyrstu gøtuna við plantasjuna, nærhendis Mammulág, hevur løgreglan sperrað av. Har verður í løtuni leitað við hundum eftir fleiri sporum og tjóvagóðsi.
Fyrr í morgun upplýst vakthavandi á løgreglustøðini, at tvey fólk eru handtikin í samband við stuldurin.