Vinnulív
At eingin bryggjukantur verður bygdur fram við sjósíðuni á nýggja ídnaðarøkinum hjá Nes kommunu Inni á Rætt, kemur eftir øllum at døma ikki at seinka ætlanini hjá P/F M.J.Saltsølu at fremja sína byggiætlan í verki.
- M.J. Saltsøla hevur reist ynski um at fáa ein 15 metrar langan bryggjukant til atløgu og uppskiping, tá skip koma við salti. Vit hava ikki fíggjarligt rásarúm til at fremja hetta arbeiði beint nú, men upp á longri sikt liggja stórir møguleikar í nýggja ídnaðarøkinum, har kommunan hevur møguleikar at fara heilt inn á Æðnasker við vinnuligum virksemi, sigur Símun Johannesen.
Seinkar ikki
Borgarstjórin vísir á, at Nes kommuna og M.J. Saltsøla eru samd um, at onnur loysn skal finnast til uppskiping av salti, so leingi ynskti bryggjukanturin ikki er komin.
- Dýpið fram við nýggja ídnaðarøkinum, sum tilsamans røkkur einar 130-140 metrar suður og norður, liggur um einar 9-10 metrar og skipini, sum koma við salti, stinga í mesta lagi einar 7 metrar. Tí er sjálvt dýpi eingin trupulleiki, tó at hetta ongantíð verður nøkur djúphavn, sigur hann.
Símun Johannesen sigur, at M.J. Saltsøla hevur møguleikar at skipa saltið upp bæði við ísbryggjuna undir virkinum hjá Faroe Seafood – og úti við Toftagjógv, har nýggjur bryggjukantur longu er bygdur, sum er heilar 96 metrar langur, og dýpið í minsta lagi er 8,5 metrar.
- Teinurin av bryggjuni og heim í nýggju goymsluna, sum skal byggjast Inni á Rætt, er ikki langur, og tað lættir um, nú umstøður ikki eru at byggja nýggjan bryggjukant í løtuni, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri.
Inntøkur minka
Eins og flestu aðrar kommunur, hevur Nes kommuna eisini merkt eina afturgongd í skattainntøkunum, og higartil í ár er minkingin eini 5%.
Samlaðu skattainntøkurnar hjá kommununi í 2008 vóru 33 miljónir krónur.