Tað var við torusláttri og oysandi regni, at venjingin hjá føroyska landsliðnum í kvøld endaði. Venjingin gav ikki fleiri ábendingar um hvør verður millum teir fyrstu ellivu í morgin. Hetta var eisini seinasta venjingin hjá Brian Kerr eftir gamla sáttmálanum.
Tað hevur ikki regnað í Beograd í tveir mánaðir, men í kvøld opnaði himmalin seg og tað oysti niður. Stutt undan venjingini komu fyrstu droparnir og toran sló. Meðan venjingin var skikkaði veðrið sær væl og Brian Kerr og hansara menn fingu avgreitt tey tingini, ið nú eina ferð skulu avgreiðast seinastu venjingina fyri dyst.
Tá venjingin endaði fór toran á sláa og tað bæði buldraði og brakaði í Beograd. Løtu seinni oysti tað niður. Tað er ikki ósannlíkt, at tað eisni fer at regna í morgin. Verður talan um líknandi regn sum í dag, so verður torført at gjøgnumføra dystin.
Hetta er seinasti dysturin í hesi EM undankappingini og sáttmálin millum Brian Kerr og FSF gongur út nú. Sum skilst, so eru partarnir farnir til samráðingar, men at tað einki verður gjørt meðan landsdystirnir eru.