Burn: Neistin vann á H71

Hilmar Leon Jakobsen var aftur at síggja á besta liðnum hjá H71 í dag

Tróndur J. Kragesteen skoraði 10 mál fyri Neistan í dag

Ein dystur var spældur í Burn mansdeildini í høllini á Hálsi í Havn í dag.

 

Neistin vann 33-29 á H71. Í steðginum var Neistin á odda 13-12. 

 

Við støðuna 19-18 til Neistan skoraði Neistin seks mál á rað uttan, at H71 megnaði at svara aftur. Eftir tað var Neistin ongantíð á odda við færri enn trimum málum.

 

Veteranurin hjá Neistanum, Tróndur J. Kragesteen gekk undan við at skjóta 10 mál fyri Neistan í dag. 

 

Hóast ósigurin í dag, so kunnu hoyvíkingar fegnast um, at Hilmar Leon Jakobsen aftur tørnaði út fyri besta liðið hjá H71 í dag. Hilmar Leon hevur spælt við HB í bestu deildini í fótbólti nøkur kappingarár, og eru tað nøkur ár síðani hann spældi við besta liðnum hjá H71.

 

Hilmar Leon skoraði trý mál fyri H71 í dag.

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá hsf.fo: 

 

##med3##

 

Tróndur J. Kragesteen skoraði 10 mál fyri Neistan í dag