Fiskivinna
Rólant Poulsen sigur, at tað, sum serliga var til viðgerðar á aðalfundinum hjá felagnum Línuskipum í seinastu viku, var sáttmálin millum Føroyar og Noreg, sum enn ikki er komin upp á pláss.
- Samráðingarnar millum londini bæði endaðu úrslitaleysar herfyri, men verða ætlandi tiknar uppaftur í Danmark mkudagin.
Hann sigur, at felagið Línuskip varð ikki umboðað við seinastu samráðingar, tí formaðurin var ikki heima. Tískil varð felagið umboðað av Føroya Reiðarafelag í staðin.
- Men nú samráðingarnar verða tiknar uppaftur, ynskja vit at verða við, og í dag verður fyrireikandi fundur millum føroysku umboðini, sum síðan verða við í samráðingunum, sum verða uppafturtiknar í Danmark mikudagin.
Norðmenn burtur
Rólant Poulsen sigur, at limirnir í felagnum Línuskipum hava álagt nevndini at virka fyri, at norskir línubátar verða útihýstir á Føroyaleiðini.
- Vit halda tað ikki vera rætt, at føroysk línuskip skulu gjalda allan prísin fyri tann partin av føroyska fiskiskipaflotanum, sum fiskar av norskari kvotu eystanfyri.
Hann vísir á, at 12 norsk línuskip hava havt loyvi at veiða undir Føroyum í senn um árið, og tað heldur felagið Línuskip er alt ov nógv.
- Nú línuskipaflotin í bólki 3 er vorðin so stórur, hava vit brúk fyri teimum leiðum, sum norðmenn royna á, tá ið gýtingin er fyri, og nógvar leiðir eru stongdar.
Hann vísir á, at inntøkurnar hjá føroyskum línumonnum eru falnar nógv seinastu tvey árini, samstundis sum útreiðslurnar til eitt nú agn og olju eru øktar.
- Manningarparturin hjá okkum í fjør liggur um 280.000 krónur, meðan teir, sum sigla við flakatrolarunum og nótaskipunum, hava ein manningarpart, sum liggur um 450 og yvir 800.000 krónur. Tí duga vit ikki at síggja, hví vit skulu "bløða" fyri tað, sum flakatrolararnir og nótaskipini veiða í norskum sjógvi, sigur Rólant.
Hann vísir á, at norskir línubátar í 2004 eru skrásettir at hava fiskað 4.600 tons undir Føroyum, serliga av brosmu og longu.
Ymiskar sømdir
- Umframt tað, sum vit kunnu fiska undir Føroyum, fáa vit nakrar túrar undir Íslandi, men oftast eru vit komin heilt út í mai, áðrenn vit sleppa til Íslands.
Rólant sigur, at Íslands-kvotan gevur umleið 2 miljónir krónur til hvørt skipið - alt eftir, hvussu stóra kvotu skipini eiga har yviri.
- Vit halda tó, at djúpa vatnið undir Føroyum í gýtingartíðini hevði givið okkum meira enn hesar 2 miljónir krónurnar, um norskir línubátar tá ikki lógu á hesum leiðum og troyttu okkara grunnar.
Hann heldur eisini, at norðmenn sleppa alt ov lætt, tá ið teir fiska undir Føroyum, tí teir eitt nú kunnu skifta millum føroyskan sjógv og ES-sjógv á sama túri.
- Vit kunnu hinvegin ikki skifta ímillum føroyskan og íslendskan sjógv ella øvut, sigur hann.
Órógvandi veiða
Rólant sigur, at felagið Línuskip ikki kann prógva, at nakað óregluligt fer fram hjá norskum línubátum undir Føroyum, men hann heldur tað vera órógvandi, at norsku skipini kunnu skifta millum føroyskan sjógv og ES-sjógv á sama túri.
- Vit síggja javnan norsk línuskip liggja ímillum føroysku línuskipini og fiska og teir siga seg tá fiska brosmu og longu. Vit siga ikki, at tølini hjá teimum eru skeiv, men okkum dámar avgjørt ikki hesa skipan, leggur hann aftrat.
Í øllum førum staðfestir formaðurin í Línuskipum, at norðmenn síggja stórt í at sleppa undir Føroyar at royna.
- Hvørt ár iggja teir klárir longu millum jól og nýggjárs at koma higar at royna, og tað er ikki av ongum, heldur Rólant.
Hann heldur, at føroysku línuskipini avgjørt áttu at sloppið út á djúpari vatn, tá ið nógvar av línuleiðunum eru stongdar um várarnar.
- Men tá er ikki roynandi á hesum leiðum fyri norsku línubátunum, sigur hann.
Rólant Poulsen sigur seg hava skilt, at eftirlitið við norsku línubátunum í føroyskum sjógvi er økt.
- Men tað man vera rímiliga torført hjá myndugleikunum í eini handavending at staðfesta, hvat er í eini frystilast við eini 20-30 kuldastigum, sigur formaðurin í Línuskipum.