Tað kom ikki óvart á eygleiðarar, at Colin Powell valdi at siga seg úr amerikanska uttanríkisráðharrastarvinum. Tey fýra árini, hann hevur røkt starvið, hava verið eitt áhaldandi stríð við heykarnar í Bush-stjórnini, serliga varaforsetan Dick Cheney og verjumálaráðharran Donald Rumsfeld.
Eygleiðarar í Washington søgdu í gjár, at George W. Bush, forseti, hevur heldur ikki kent seg vísan í, at hann kundi hava fult álit á sínum uttanríkisráðharra. Powell segði kanska tað, sum forsetin hugsaði og ætlaði, men sjálvur hevði hann ofta heilt aðrar áskoðanir, siga eygleiðararnir. Tað er alment kent, at Powell vildi hava uppaftur fleiri lond at taka lut í krígnum við Irak, og at hann vildi hava nógv fleiri hermenn til álopið, men at hann noyddist at slaka fyri heykunum.
Í gjár varð roknað við, at Condoleezza Rice, trygdarráðgevi, fer at taka við eftir Powell. Sagt verður, at við henni fær Bush ein uttanríkisráðharra, ið hugsar sum forsetin, og sum eisini var við til at leggja álopið á Irak til rættis.
Summir eygleiðarar halda, at Condoleezza Rice hevur eina gamla utanríkispolitiska uppfatan, sum byggir á viðurskiftini undir kalda krígnum, og at hon hevur ikki tað tol, sum ein uttanríkisráðharri helst skal hava.
Colin Powell fer kortini ikki frá, fyrr enn Senatið hevur góðkent eftirmannin. Í næstu viku fer hann til Miðeysturs at tingast við ísraelskar og palestinskar leiðarar.
Colin Powell er tann sætti ráðharrin, sum hevur kunngjørt, at hann fer frá. Hinir eru løgmálaráðharrin John Aschroft, handilsmálaráðharrin Don Evans, orkumálaráðharrin Spencer Abraham, landbúnaðarmálaráðharrin Ann Veneman og kenslumálaráðharrin Rod Paige. Eygleiðarar bíða nú í spenningi eftir, um Donald Rumsfeld fer at koma við somu boðum. Hildið verður fyri vist, at hann fer frá, men spurningurin er, nær tað verður. Summi halda at hann verður sitandi, til tað ætlaða valið hevur verið í Irak í januar.