Bussurin Sóljan er eitt blómutyssi

Tá tann gamli bussurin hjá Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, sum fór at koyra í mars 2004, skuldi hava eitt navn, var semja um at kalla hann »Sóljan« – sum er boðberin um summar og ljósari tíðir.

Tá tann gamli bussurin hjá Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, sum fór at koyra í mars 2004, skuldi hava eitt navn, var semja um at kalla hann »Sóljan« – sum er boðberin um summar og ljósari tíðir.

Bussurin skuldi vera eitt blómutyssi til tey sjúku og teirra avvarðandi á Sjúklingahotellinum. Nú stóð teimum í boði at koma við á útferðum í Keypmannahavn, Malmø, Helsingør, Hillerød, Roskilde og aðrastaðni, har ymist er at síggja og vera við til. Farið varð t.d. á Fisketorvet, til Fields, Føroyahúsið, Sámuelskirkjuna, Kristnastovu, Kristiansborg, Djóragarðin, Tivoli, Víkingasavnið, og á slott og borgir.

Tað eydnaðist stigtakarunum at fáa sjálvboðin at koyra bussin, sum hvørja viku hevur verið 2-3 túrar. Í hesum sambandi er vert at nevna, at serliga trý fólk vóru slóðbrótarar, ágrýtin og framsíggin. Kári Petersen fotografur fekk saman við øðrum sett ein trivnaðargrunn á stovn í Føroyum, tá ið Verkamannafylkingin samtykti á heysti 2001 at lata tað, flokkurin átti, til vælgerandi endamál, og hetta skuldi vera til Sjúklingahotellið. Kári, sum var formaður í fleiri ár, var hugaður at fáa ein buss í 2002-03 og aftur ein nýggjan buss longu í 2006-07, men tað hendir nústani.

Tað var vist táverandi stjórin á Sjúklingahotellinum, sum var í Tåsingegade, Ina Friisdahl, sum hevði hugsjónina um ein buss til frama fyri tey á hotellinum og fekk eina trivnaðarnevnd fyri Sjúklingahotellið í lag. Formaðurin gjørdist tann ungi lesandi Niels Jacob Nielsen, sum fekk loyst bussmálið úr lagdi í 2003 og fekk busskoyringina í lag í mars 2004. Tey næstu árini brúkti hann sera nógva tíð og orku til hetta. Hann hevði nakrar førarar afturat sær, serstakliga Heðin Kjelnæs og Petur Petersen, sum framvegis koyra bussin og røkja hann. Tað fyrsta árið eydnaðist væl og so við og við komu fleiri og fleiri á útferðir. Sambært logbókini í bussinum vóru 1400 fólk við honum í 2006, og talið er vaksið nógv síðani.

Lesið eisini: Sjúklingahotellið fær nýggjan buss