Nólsoyingar eru óførir at skipa fyri og skapa hugna, bæði til børn, ung og tilkomin og tiltakið, sum verður nú leygardagin hin 11. juli, er eink undantak.
Hetta verður ein rættiligur familjudagur í Nólsoy, har ágóðin av tiltakinum fer til útbygging av Royndarhúsinum, sum er bygdarhúsið í Nólsoy.
Tað fyrsta, sum fer at henda leygarmorgunin í Nólsoy, er, at ein fiskikapping verður skotin í gongd klokkan 08, og kappingin varar til klokkan 13.
- Hetta verður ein fiskikapping við báti, har tríggir teir bestu bátarnir fáa steyp og heiður, sum sagt verður.
Fiskurin verður skorin til flak og seldur á kaiini seinnapartin leygardagin.
Longu frá klokkan 13 verður søla av fiskasuppu og pylsum í tjaldinum á kaiini, og her verður selt til klokkan 15.
Í Nólsoy verða eisini barnatiltøk við skattajakt og ymiskum spølum á kaiini.
Klokkan 19 leygarkvøldið verður stór veitsla í Royndarhúsinum, og her verður góður stemningur við mati, tónleiki og hugna.
Fyrireikararnir siga, at tilmelding til veitsluna er týsdagin hin 7. juli, sum er í morgin, og meldast skal til á tlf. 264646 (Birita) ella 266821 (Snæbjørn).
Um okkurt er at spyrja um í samband við fiskikapping, veitslu ella tiltakið í Nólsoy annars, eru fólk vælkomin at venda sær til Biritu ella Snæbjørn.
- Tak vinir, familju og góða hýrin við til Nólsoyar leygardagin, siga fyrireikararnir av summartiltakinum í Nólsoy.










