Hvør eigur vakrasta urtagarð?

Nú skal vakrasti urtagarður í Klaksvíkar kommunu finnast, og tú hevur møguleika melda teg - ella ein tú kennir - til kappingina

- Allir havar kunnu verða við - smáir, stórir, krukkuhavar ella. hvussu havarnir nú eru skipaðir.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at tilmelding og innstilling fer fram umvegis teldupost [email protected], og telduposturin skal frámerkjast: Vakrasti urtagarður.

 

- Tey, sum verða innstillað, verða síðan spurd, um tey ynskja at luttaka, og freistin at melda til er á middegi hin 16. juli 2026.

 

Í dómsnevndini sita: Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari og ein uttanveltaður serkønur persónur.

 

Dómsnevndin kemur at hava eina skoðan í summar. Hetta verður væntandi í viku 30, og í august verður vinnarin avdúkaður. Vinningur verður latin til besta urtagarð. 

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at dómsnevndin fer at døma út frá hesum viðurskiftum:

 

* Gras: Væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er burturbeint.

 

* Blómur: Deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og einki ókrút í blómuteigum.

 

* Hekkur: Tættur og væl kliptur, og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.

 

* Trø: Deyðar greinar eiga ikki at vera á trænum, og træið er væl røkt.

 

Lagt verður aftrat, at hugt verður eisini eftir, hvat gøtur og tún eru gjørd av - antin hetta er asfalt, flísar, grús, betong ella annað. 

 

- Órudd eigur ikki at liggja í túninum, og mosi og ókrút skulu ikki skemma. Her skal verða reint og vakurt, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.