Vágur takkar fyri gott arbeiði og gott huglag

- Vit kunnu staðfesta, at vit eiga ein raskan og arbeiðssaman ungdóm, og vit takka øllum, sum hava luttikið, fyri gott arbeiði og gott huglag

Seinastu tvær vikurnar hava ungdómar í Vági arbeitt í átakinum Ung í arbeiði hjá Vágs kommunu. Nøkur av teimum arbeiða eisini nakrar dagar aftrat í hesi vikuni.

 

- Hvørt ár bjóðar Vágs kommuna ungdómi møguleikan at vinna sær nakrar krónur í summarfrítíðini. Afturfyri er ungdómurin við til at fríðka um í bygdini, samstundis sum tey fáa arbeiðsroyndir og styrkja um kensluna av eigaraskapi til staðið.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at í so máta hevur summarið hesaferð ikki verið nakað undantak. 36 ung fóru til verka saman við arbeiðsmonnunum, væl fyriskipað av Gunnvá A. Thomsen á teknisku deil hjá kommununi.

 

- Ung í arbeiði hevur fevnt um viðlíkahald av kommunalum økjum í Vági. Fleiri gongurásir eru lúkaðar fyri ókrút, eins og lúkað er fram við vegum og við merkisstaðir. Garðar og rammur á skeltum eru málað, og kirkjugarðurin er eisini fríðkaður.

 

##med2##

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at sum siður er, endaði Ung í arbeiði alment seinasta fríggjadag. Tá grillaðu arbeiðsmenninir pylsur og breyð og borðreiddu við øllum tí, sum hoyrir einari slíkari máltíð til.

 

- Vit kunnu staðfesta, at vit eiga ein raskan og arbeiðssaman ungdóm, og vit takka øllum, sum hava luttikið, fyri gott arbeiði og gott huglag, eins og vit gleða okkum longu nú til Ung í arbeiði 2027.

 

Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo - síggjast fleiri myndir av ungum, sum eru til arbeiðis í Vágs kommunu.

 

##med3##